Skelti tekur útsýni í vandamiklum vegamóti

– Har Norðskálavegurin kemur inn í Tunnilsvegin við Norðskála er útsýnið sera vánaligt. Har hava verði nógvar álvarsligar vanlukkur. Men nú verður nógv verri, tí har kemur eitt skelti, sum kemur at taka nógv av útsýninum.

 

Soleiðis skrivar ein lesari okkara, sum hevur sent okkum hesa myndina, sum vísir eitt stativ til eitt skelti, sum er sett upp í rabattina millum koyribreytirnar á vandamikla vegamótinum við Norðskála.

 

Sum myndin vísir, so fer skeltið at taka sýni frá bilførarum, sum ikki fara at síggja ferðsluna eins væl, sum kemur oman av tunnilsvegnum – júst har, ið fleiri álvarsligar ferðsluvanlukkur eru hendar.