Skriv frá einari kvinnu

Fyri nøkrum døgum síðan fekk eg skriv frá kvinnu, har hon m.a. sigur:”Skulu vit innføra fría fosturtøku, so mugu vit eisini innføra fría aktiva deyðshjálp. Tástani haldi eg, vit hava líkastilling. Í fyrra førunum verður eitt lív tikið, uttan tað lívið fær givið loyvi. Í seinna førinum, verður tað ein persónur sum sjálvur avgerð at enda sítt lív”.

 

Haldi hon við hesum sjónarmiði ”rakar seymin á høvdið”. Tí her er júst spurningurin um avgerðarrætt. Rættin til lívið og rættin til deyðan.

 

Tá sagt verður í samband við fría fosturtøku, at ”kvinnan skal hava avgerðarrættin”, so er er talan um ein rætt, har barnsins rættur til lívið verður skúgvaður til viks. Ja, rætturin til sjálvt lívið ”tikin úr hondunum” á hesum barni og givin kvinnuni.

 

Í samband við spurningin um ”aktiva deyðshjálp”, er tað persónurin sjálvur sum ynskir at hava rættin til at fáa hjálp til at enda sítt lív. Her er ikki talan um nakran annan persón, ið skal taka avgerðina.

 

Í sendingini “Breddin” frá 5. mars var tað ein av forsprákarunum fyri fríari fosturtøku, sum tók soleiðis til orðanna:”...tað var ein av grundunum eg fór inn í politikk...at arbeiða fyri frælsinum hjá tí einstaka persóninum at taka avgerð um sítt egna lív”.  Hetta er eitt áhugavert og viðkomandi sjónarmið - hetta at “taka avgerð um sítt egna lív”. MEN tað sum flestu samgonguumboðini og nøkur úr sambandsflokkinum gloyma, er, at í spurninginum um fría fosturtøku, er IKKI talan um frælsi, at taka avgerð um sítt egna lív, men lívið hjá barninum í móðurlívi.

 

Men í spurninginum um “Aktiva deyðshjálp” er talan um egið lív, har tann persónur,sum ynskir at sleppa “úr hesum heimi”, sjálvur tekur avgerðina – um sítt egna lív.

 

Tað kundi verið áhugavert at spurt, um samgongan(Framsókn) við hesum uppskoti,so framt tað verður samtykt, hevur slóðað fyri “fríari aktivari deyðshjálp” – uttan at givið sær far um tað!?

 

Tí tá høvuðssjónarmið samgongunnar til fosturtøku spurningin  tekur støði í hugburðinum um frælsi “at taka avgerð um sítt egna lív” , má tað reint logiskt eisini verða galdandi í spurninginum um “fría aktiva deyðshjálp”.

 

 

 

Tordur J. Niclasen