Tað er Dansk Erhverv, sum eigur Børsen. Harumframt hevur áhugafelagsskapurin hvøuðsskrivstovu sína í bygninginum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix Hoyrið samrøðu við Brian Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini.

Skrivstovan hjá Tietgen í Børsen er har enn

Umleið helmingurin av Børsen er nøkulunda heilur eftir eldin í gjár, sigur Brian Mikkelsen, stjóri í Dansk Industri, sum eigur 400 ára gamla bygningin.

Tað er Dansk Erhverv, sum eigur Børsen. Harumframt hevur áhugafelagsskapurin hvøuðsskrivstovu sína í bygninginum. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix Hoyrið samrøðu við Brian Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini.

##med2##

Skrivstovan hjá C.F. Tietgens í Børsen er enn í bygninginum, eftir at helmingurin av Børsen í gjár brann í grund. 

Tað sigur stjórin í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen, í dag við Ritzau.

– Eg havi júst verið har inni fyri fimtu ferð, og umleið helmingurin av Børsen er nøkulunda heilur. Nakrir av legendarisku salunum og rúmunum, millum annað skrivstovan hjá Tietgen, har hann byrjaði nógv av sínum virksemi, er enn har inni, sigur hann.

– Men børssalurin er tíverri, og so syrgiliga og ræðuliga, brendur í grund, sigur hann.

Tað er Dansk Erhverv, sum eigur Børsen. Harumframt hava áhugafelagsskapurin høvuðsskrivstovu í bygninginum.

Sambært heimasíðuni hjá Dansk Erhverv var tað tíðindadeidlin hjá Dansk Erhverv, sum til til á skrivstovuni hjá Tietgen.

C.F. Tietgen var ein danskur fíggjarð og ídnaðarmaður, sum livdi frá 1829 til 1901. Hann byrjaði fleiri stór virki, sum enn eru til, teirra millum tey sum í dag eru kend sum Nordea og GN Store Nord.

Titgen hevði skrivstovu í børsbygninginum. Í dag ber til at síggja innbúgvið frá skrivstovuni á Bank - og Sparekassemuseet í Christianshavn.

Í 1905 varð ein stór bronsustandmynd av C. F. Titgen reist framman fyri Børsen. Í dag er standmyndim á Sankt Annæ plads í Keypmannahavn.

Titgen verður í dag mettur sum ein av teimum stóru drívkraftunum handan ídnaðarkollveltingina í Danmark.

Hann er eisini málaður á gitna P.S. Krøyer-málninginum, sum varð bjargaður út undan eldinum í gjár. Málningurin er eitt bólkaportrett av fleiri kendum børsfólkum, sum standa í Børssalinum.

Brian Mikkelsen lovar, at Børsurin verður endurbygdur.

– Vit hava sagt, at líka mikið hvat, so er tað skylda okkara mótvegis søgu okkara, mentan okkara, Danmark og donskum vinnulívi at endurbyggja Børsen. Og tað fara vit at gera, sigur hann.

Tað er einn ógreitt, hvør orsøkin var til eldin í Børsen í gjár. Eingin fekk skaða í sambandi við eldin.

/ritzau/