Skulu halda okkum til stevnuskránna

Rúna Sivertsen vónar, at Jógvan Skorheim og Kristianna Winther Poulsen megna at samla Sjálvstýrisflokkin aftur.

Rúna Sivertsen sigur, at hon hevur ongar ætlanir, at fara úr Sjálvstýrisflokkinum. Tá tað er sagt, so er ivasamt, um hon fer at stilla upp aftur til komandi væl.

- Eg eri vorðin somikið gomul, at eg umhugsi, hvørt eg skal stilla upp aftur ella ikki. Eg havi eitt starv, sum mær dámar væl, í barnaverndini, eitt starv, sum eg brenni fyri.

 

Hon sigur, at tað krevur og kostar nógv, bæði av einum sjálvum og fíggjarliga, at stilla upp til val og óvist er, um hon fer at nýta orkuna upp á hetta.

- Ambitiónirnar eru har tó enn og eg fari altíð at royna at gera mína ávirkan galdandi. Men eg fylli 60 komandi ár, so eg umhugsi mína støðu.

 

Rúna Sivertsen hevur tó ongar ætlanir um at skifta flokk og harmast um stríðið, sum nú er millum ymisku vengurnar í flokkinum. Hon heldur, at tað er sera umráðandi, at floksleiðslan megnar at samla flokkin aftur, men ásannar, at tað er torført, at hava eina felags útmelding, tá fólk hava so ymiskar meiningar um moralsku virðini.

 

- Hesi evnini, sum mest stríð er um, eru evni, sum ikki vóru umtalaði, tá flokkurin varð stovnaður. Tað stendur tí einki í stevnuskránni um hetta. Eg haldi, at loysnin verður, at vit sum flokkur halda okkum til stevnuskránna. Síðani kunnu valevnini hava sínar ymisku meiningar um onnur mál.

 

- Tað er ein vansi, tá fólk koma inn í ein flokk og skulu mynda flokkin eftir síni egnu hugsan. Ein og hvør flokkur hevur eina stevnuskrá at halda seg til. Sjálvstýrisflokkurin hevur eina stevnuskrá, har greitt stendur, hvørjum flokkurin virkar fyri. Trupulleikin er, tá fólk gera sína egnum meining til eina floksmeining.

 

- Ein og hvørn má gera av, hvat man vil í politikki. Um ein fyrst og fremst ynskir at virka fyri onkrum øðrum enn stevnuskrá floksins, so er onkur annar flokkur kanska meiri hóskandi til tín.

 

Rúna Sivertsen harmast um, at flokkurin soleiðis er í tvíningum.

- Jógvan Skorheim og Kristianna Winther Poulsen kundu ført flokkin fram á leið, um tey settu seg niður og tosaðu saman, sigur Rúna Sivertsen.

 

Tað hevur tó ljóðað seinastu tíðina, at bæði Kristianna Winther Poulsen og Jógvan Skorheim eru á veg í annan flokk. Jógvan Skorheim hevur longu boðað frá, at hann ikki stillar upp til komandi Løgtingsval, meðan Kristianna Winther Poulsen hvørki vil vátta ella avsanna, hvørt hon stillar upp ella ikki.

 

- Jógvan Skorheim ætlar sær ikki at skifta flokk, tað er heilt vist, men eg ivist ikki í, at hann er tilreiðar at føra flokkin víðari, sigur Rúna Sivertsen. Hon heldur, at ungi klaksvíkingurin hevur førleikan og evnini at bjarga flokkinum, men at tað nú er ov seint at gera nakað við málið áðrenn komandi løgtingsval.

- Um Jógvan Skorheim var formaður, so kundi hann bjarga flokkinum, heldur hon.

 

Flokslógin sigur tó, at einans tinglimir kunnu vera formenn í flokkinum.

- Tá eitt skip er um at søkka, so má ein gera tað, sum má til, fyri at bjarga skipinum. Lógir mugu kunna broytast, men nú stundar til val, so tað er ov seint at gera nakað við hetta áðrenn komandi val, sigur Rúna Sivertsen.