Slanga brast í lastbili sum fór eftir hæli á annan bil

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp, sum fór fram á ein øðrvísi hátt, enn ferðsluóhapp vanliga henda.

 

Talan var um ein lastbil, sum hevði trupulleikar við luftskipanini. Tá trýstið fer, steðgar bilurin og kann ikki koyra.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at ein annar bilur kom lastbilinum til hjálpar, soleiðis at lastbilurin kundi koyra aftur.

 

Men, tá lastbilurin koyrdi aftur, var ein brekka fyri framman, og tað var her, at óhappið hendi.

 

- Tá lastbilurin og hjálparbilurin koyrdu niðan brekkuna, brast ein slanga í lastbilinum, sum tískil fór eftir hæli.

 

Løgreglan sigur, at lastbilurin, sum fór eftir hæli í brekkuni, kom á hjálparbilin, og rúturin á hjálparbilinum brotnaði.

 

- Hetta kundi verið verri, men tíbetur stóðst ikki størri skaði í óhappinum, legði vaktleiðarin aftrat.

 

Fyrr í morgun hendi eitt lítið ferðsluóhapp á norðskálaleiðini, har tveir bilar bóru við hvønn annan.

 

- Bilarnir eru fluttir yvir á Magn-støðina, og løgreglan er á veg norður at kanna málið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Lagt verður aftrat, at nú kavi legðist aftur, er umráðandi at taka atlit til koyrilíkindini, tí vegirnir kunnu vera hálir.