Ein dystur var leiktur í SMS-deildini seinnapartin í dag.
Í Vágshøll tók botnliðið, VB móti EB sum hevði nógv at spæla fyri. EB kundi við einum sigri taka eitt stórt stig móti FM-fjórðingsfinaluni.
Tað eydnaðist EB at vinna dystin 25-20. Í steðginum var VB annars á odda 14-13. Tá 39 minuttir vóru leiktir av dystinum var EB á odda 19-15. Tá bert seks minuttir vóru eftir at leika var støðan bert 21-20 til EB, men seinastu seks minuttirnar megnaðu eiðiskvinnur at skjóta fýra mál uttan, at VB megnaði at svara aftur.
Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við seks málum. Talita Alves (myndin) var toppskjútti hjá EB við níggju málum.
EB hevur nú 11 stig á sætta plássinum, meðan Stjørnan hevur átta stig á sjeynda plássinum.
Eiðisfólk og sundalagsfólk fara at fylgja væl við hvussu tað gongur í dystinum í Hoyvíkshøllini í morgin millum H71 og Stjørnuna. Vinnur H71 tann dystin sær tað rættiliga gott út hjá EB at røkka sætta plássinum og FM-fjórðingsfinaluni.
EB spælir móti Kyndli á Eiði, sunnudagin 24. mars, og á útivølli móti VÍF, leygardagin 30. mars. Stjørnan tekur ímóti VÍF í KÍ-høllini 24. mars, og tær spæla á útivølli móti StÍF, leygardagin 30. mars.
Í morgin klokkan 14 vera tveir aðrir dystir á skránni. Í høllini á Skála tekur StÍF móti Neistanum, og í høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil móti VÍF.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum VB og EB:
##med2##
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 18 | 586 | 436 | 150 | 33 |
NEISTIN | 18 | 559 | 464 | 95 | 26 |
H71 | 17 | 531 | 459 | 72 | 23 |
STÍF | 17 | 498 | 477 | 21 | 22 |
VÍF | 18 | 533 | 491 | 42 | 20 |
EB | 19 | 490 | 573 | -83 | 11 |
STJØRNAN | 18 | 453 | 556 | -103 | 8 |
VB | 19 | 446 | 640 | -194 | 1 |