SMS: StÍF vann greiðan sigur á VB

StÍF kann enn røkka triðja plássinum í grundspælinum í SMS-deildini

Ein dystur var seinnapartin leiktur í SMS-deildini í høllini á Skála.

 

StÍF tók ímóti VB, og eydnaðist tað strandakvinnum at vinna ein greiðan 36-28 sigur á VB. Í steðginum var StÍF á odda 18-10.

 

Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF, og Erna Pajić var toppskjútti hjá VB. Tær báðar skutu 10 mál hvør.

 

StÍF er við 24 stigum bert eitt stig aftanfyri H71 á triðja plássinum. Liðið sum endar á triðja plássinum í grundspælinum sleppur at spæla FM-fjórðingsfinalu móti EB á heimavølli.

 

Komandi týskvøld klokkan 18.30 tekur StÍF móti H71 á heimavølli.

 

Í morgin klokkan 14 vera tveir dystir leiktir. Í Hoyvíkshøllini tekur H71 móti Neistanum, og í høllini á Eiði tekur EB móti Kyndli. 

 

HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum StÍF og VB:

 

##med2##

 

 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL2066849217637
 NEISTIN1959449010428
 H71195975158225
 STÍF195605402024
 VÍF205945623222
 EB19490573-8311
 STJØRNAN20498627-1298
 VB20474676-2021