Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Tað verður skýggjað og lýtt veður, og onkrir sólglottar verða

Danska veðurstovan DMI boðar við hampuligum veðri hesa vikuna, men tað verður skýggjað stóran part av tíðini. Í løtum fer sólin at kaga fram, og hitin kemur upp í 15 stig.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av eystri ella landnyðringi, í støðum upp í 10 m/s. Samdrigið og nakað av sirmi ella regni, møguleiki verður eisini fyri támi ella mjørka. Hitin millum 10 og 15 stig. Í nátt 5-10 m/s av landnyðringi, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn av landsynningi. Hitin um 9 stig.

 

Týsdagin verða 5-10 m/s av landnyðringi. Samdrigið og regn í støðum. Út á fyrrapartin verður turt, men skýggjað. Vindurin minkar niður í 3-8 m/s. Hitin verður millum 10 og 13 stig.

 

Mikudagin verða 3-8 m/s av landnyrðingi. Samdrigið og turt. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina um 10 stig.

 

Hósdagin verða 3-8 m/s av útnyðringi og vestri, seinni av útsynningi. Samdrigið, men møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.

 

Fríggjadagin verða 3-8 m/s av útsynningi, í løtum verður sól. Hitin um dagin 11 til 15 stig, um náttina niður í 10 stig.