Sovnaði í sjálvtøkuni í Føroya Banka á Tvøroyri

Seinasta samdøgrið hevur lítið verið á vási hjá løgregluni, og náttin hevur verið friðarlig.

Tað einasta, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti at siga í morgun, var um eina hending á Tvøroyri.

 

- Tað var gjáramorgunin, at vit fingu eina fráboðan um, at ein persónur svav í sjálvtøkuni hjá Føroya Banka á Tvøroyri.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at persónurin varð vaktur og kom sær avstað, og síðan verður einki meira burtur úr hesum.