Spice Girls saman aftur

Tær fimm hava verið saman í London, og ymsar ætlanir eru á skránni.

Tær løgdu heimin fyri sínar føtur fyri eini 20 árum síðani, kvinnurnar í kenda bólkinum Spice Girls.

 

 

Nú hava tær fimm verið saman aftur í London, og managari teirra, Simon Fuller, var við teimum.

 

 

Saman hava tey kunngjørt myndir av fundinum teirra millum, og siga tey, at tey hava notið løtuna, og eisini minst gamlar, góðar dagar.

 

 

Men samstundis verður sagt, at tosað verður um teir møguleikar, ið eru, og sum kunnu koma upp á tal. Sum skilst skulu tær ikki á tónleikaferð, men heldur eittnú gera sjónvarpssending í Kina, gera eitt tallentshow og savnsútgávu, har onnur tónlistafólk eisini luttaka.

 

 

Tær fimm, Victoria Beckham, Emma Bunton, Mel B, Mel C og Geri Halliwell (nú Geri Horner) skulu sambærtThe Sun hava 10 millionir pund hvør fyri tað, tær nú fara í gongd við, veit Gaffa at siga.

 

 

Tað var í 1996, at ferð av álvara kom á hjá Spice Girls, tá tær útgóvu Wannabe. Tað komu 3 útgávur vð Spice Girls, ið seldu 85 milliónir eintøk. Bólkurin gavst í ár 2000, men hevur verið saman aftur í 2007 - 2008, og aftur til OL í London í 2012.