Springarar endaðu sum nísur

Í morgun varð boðað frá grind millum Stong og Eystnes.

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein grind var at síggja á leiðini millum Stong og Eystnes.

 

Stongin er norðari endi á Nólsoynni, og Eystnes er nærmasta landið á Eysturoynni.  

 

Men, tá hetta varð kannað nærri, sást, at talan var ikki um grindahval, men at hetta helst vóru springarar.

 

- Løtu seinni ringdu tey av Tjaldrinum at siga, at talan var hvørki um grindahval ella springarar, men um nísur, sigur løgreglan.