Størsti EB/Streyma sigur í 10 ár

ÍF misti tveir menn dygst undan steðginum, og so skoraði heimaliðið fimm mál í seinna hálvleiki

Tað endaði við øgiligum sorli, tá ið EB/Streymur í kvøld á heimavøllinum við Margáir hevði vitjan av ÍF.

 

Eftir fyrra hálvleik var tað framvegis málleyst, men í seinna hálvleiki skoraði EB/Streymur fimm mál, meðan fuglfirðingarnir framvegis vóru sørir.

 

5-0 sigurin hjá EB/Streymi er tann størsti, sum teir í Sundalagnum hava vunnið í 10 ár.  11. mai í 2014 hevði EB/Streymur vitjan av AB, sum fór suður aftur við 5-0 tapi. Ta ferðina vóru tað tveir av kendu veteranunum, sum skoraðu málini. Arnbjørn T. Hansen skoraði trý mál, og Hans Pauli Samuelsen skoraði tvey mál.

 

Stóra orsøkin til, at munurin á liðunum í kvøld var so stórur, var tann, at ÍF síðstu lítlu løtuna undan steðginum misti tveir spælarar.

 

Klokkan var farin ein minutt út um vanligu leiktíðina í fyrra hálvleiki, tá ið Bogi Reinert-Petersen taklaði so mikið ógvusligt, at hann sá gula kortið. Hetta var fyri aðru ferð, og harvið eisini reyða kortið og so vóru tað 10 ÍF arar ímóti 11 heimamonnum. Og tríggjar minuttir seinni, og framvegis undan steðginum, sá ÍF spælarin Kasper Sommerstedt beinleiðis reytt kort fyri púra høpisleysa takling, um tað ber til at tosa um takling, tí Kasper Sommerstedt leyp inn í kroppin á mótstøðumanni, ið fór sendandi út móti betonggarðinum, sum er kring vøllin við Margáir.

 

Tí vóru tað eftir steðgin 9 í reyðum troyggjum og 11 í búnanum hjá EB/Streymi. Tá var lætt spæl, og tíggju minuttir eftir steðgin setti 17 ára gamli Virgar Jónsson hol á við sínum fyrsta máli í bestu deildini, og so gekk tað skjótt. Tíggju minuttir seinni økti Jens Erik Bruhn um munin til 2-0 við sínum fyrsta máli í EB/Streyma búnanum. 12 minuttir undan leikloki varð Virgar Jónsson tvífaldur málskjútti, tá ið hann við høvdinum og eftir innlegg úr høgru og til handara stólpa skoraði, og so vóru tað tveir innskiftir spælarar, ið skoraðu tvey tey síðstu málini.

 

Hannus Esmarsson Eiðisgarð sneiddi framvið málverjanum, áðrenn hann tveir minuttir undan leikloki økti til 4-0. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 18 ára gamla Hannusi E. Eiðisgarð í bestu deildini. Filip Djordjevic staðfesti 5-0 sigurin. Tað var eisini eftir uppspæl í høgru.

 

EB/Streymur hevur 4 stig, meðan ÍF framvegis einki stig hevur vunnið.

 

Fríggjadagin fer EB/Streymur til Havnar at spæla ímóti HB, og sunnudagin før ÍF vitjan av NSÍ.