Súna skal royna seg í Skanderborg komandi kappingarár

Súna K. Hansen hevur gjørt eitt ára sáttmála við Skanderborg, sum í løtuni er nummar níggju í bestu donsku hondbóltsdeildini

Spælskiparin á landsliðnum, Súna K. Hansen fer ikki at fylgja Ajax niður í næstbestu donsku hondbóltsdeildina.

 

Skanderborg sum í løtuni er nummar níggju í bestu donsku hondbóltsdeildini boðar frá, at tey hava gjørt ein eitt ára sáttmála við Súnu K. Hansen.

 

- At gerast ein partur av Skanderborg er eitt stórt fet fyri meg og mína yrkisleið. Eg síggi veruliga fram til at gerast ein partur av hópinum og av felagnum. Tað er mær heilt greitt, at Skanderborg raðfestir menning og trúskap høgt, nakað sum passar væl til míni egnu mál og virði sum leikari. Eg síggi veruliga fram til at blíva ein partur av venjingarumhvørvinum, og eri vís í, at hetta er tað heilt rætta stigið fyri meg og fyri mína yrkisleið. Saman við mínum komandi liðfeløgum eri eg vís í, at vit koma at arbeiða beinhart fyri at røkka okkara felags málum. Eg gleði meg framúr nógv til at blíva ein partur av Skanderborg. Sigur Súna við heimasíðu felagsins. 

 

Um Súnu sigur høvuðsvenjarin hjá Skanderborg, Kim Johansen: - Tað er eingini ivi um, at Súna verður ein stórur vinningur fyri okkum til komandi kappingarár. Súna verður týdningarmikil fyri okkum í álopsspælinum, bæði sum spælskipari, men eisini við egnum dygdum. Súna er veruliga ein sterkur leikari, bæði í duel og í assist-spælinum, og eg eri sannførdur um, at hon fer at leggja aftrat sínum spæli í báðum endunum av vøllinum. Súna tykist at hava eina svongd, og kemur samstundis við nøkrum royndum frá bestu deildini, ið eru tveir týdningarmiklir lutir tá vit skuldu velja ein spælskipara. Sigur Kim Johansen við heimasíðu felagsins.