Tað var málveitsla í Gundadali

1 DEILD: NSÍ svaraði tvær ferðir aftur, tá ið undirmannaða HB var frammanfyri við tveimum málum

Tað var undirhaldandi, tá ið teir næstbestu hjá HB og NSÍ hittust í Gundadali. NSÍ vann 5-4 eftir hálvleiksstøðuna 3-2 til HB.

 

Dystargongdin var merkisverd.

 

Tá ið 11 minuttir vóru farnir, var HB frammanfyri 2-0. Málskjúttar vóru Jógvan Skeel Nolsøe og Rani W. Sørensen.

 

HB málverjin Pætur Róason Jacobsen sá longu í 7. minutti beinleiðis reytt kort. NSÍ vann, tá ið hálvur tími var farin, úrtøku úr at spæla 11 ímóti 10. Eftir hornaspark minkaði Meinhard D. Geyti um munin, og lítla løtu seinni javnaði Atli D. Petersen til 2-2.

 

Dómarin legði nógvar minuttir aftrat fyrra hálvleiki, og tá var tað at HB veteranurin Tróndur Jensen, sum eisini hevur umboðað NSÍ, legði HB á odda 3-2.

 

Hóast HB var undirmannað, so løgdu heimamenninir bragdliga fyri eftir steðgin, og Rúni Kjærbo økti um leiðsluna til 4-2.

 

HB helt bara tørn um tveymállaleiðsluna í fýra minuttir. So minkaði Meinhard D. Geyti um munin til 4-3 og varð tvífaldur málskjútti, og í 69. minutti var tað Súni Hansen, sum javnaði til 4-4.

 

Síðstu løtuna vóru tað spentar støður og møguleikar í báðum endum, og tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um teir 90 minuttirnar, eydnaðist tað NSÍ at skora sigursmálið. Málskjútti var 18 ára gamli Dávid Leon Heinesen, sum fyri fyrstu ferð var málskjútti í 1. deild.