TB vann á KÍF í steypakappingini

Mynd: (TB)

KÍF hevur givið øllum liðum mótstøðu í ár, men samstundis hava avrikini gjøgnum heilar dystir verið ov óstøðug til at vinna teir, og tað sóu vit aftur í steypakappingini í gjárkvøldið, tá TB vitjaði í Kollafirði og vann 3-1, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Eftir at KÍF hevði lagt seg framum 8-5 í fyrsta setti, vann TB fimm stig á rað og fór framum 10-8, áðrenn KÍF javnaði til 10-10 eftir smasjj og serviess frá Elsu Samuelsen, sum sum sló nógv og hart gjøgnum allan dystin og var eisini stinn í blokkinum. Tað sá út til, at tað fór at kosta KÍF settið, tá tær taptu seks av teimum næstu sjey bóltunum, og støðan gjørdist 11-16 og síðani 15-20, men eftir leikbrá bardi KÍF seg inn aftur í settið og javnaði til 20-20. Gleðin gjørdist tó stokkut, tí TB vann tríggjar teir næstu bóltarnar, og síðani settið 25-22.

 

Í øðrum setti rann KÍF fyri tað mesta aftaná, tó at TB hevði trupult við veruliga at slíta seg leyst. Men settið tóktist at verða komið undir land, tá TB legði seg á odda 24-21, men fimm bóltar seinni hevði KÍF vent øllum á høvdið og vunnið settið 26-24.

 

Eftir hetta gekk av skriðuni hjá KÍF, sum eftir javnleik 7-7 í fjórða setti misti alt á gólvið. Sharon Haynes servaði TB frá 12-9 til 18-9, áðrenn TB vann 25-17 – hesaferð við smassji mitt fyri frá Sharon.

 

KÍF kom tó fyri seg aftur og legði seg á odda 6-1 í fjórða setti, men leiðslan var alt fyri eitt spilt burtur, og TB javnaði til 6-6 eftir leikbrá, har venjarin hevði havt stóru stavirnar frammi. KÍF endurvann sær kortini leiðsluna og kom upp á 11-6, men aftur javnaði TB til 12-12. KÍF togaði seg framumaftur 16-15, men fýra stig á rað til TB gjørdust avgerandi, og hesa ferð megnaði TB at halda fast og vinna settið 25-22, eftir at liðskiparin Johanna Christiansdóttir langaði bóltin í postkassan hjá KÍF. 

 

Bæði liðin spæla aftur sunnudagin, tá í landskappingini, har TB tekur ímóti Fleyr og KÍF tekur ímóti Drátti. 

 

Bónus-kappingin, kvinnur:

 

KÍF – TB 1-3 (22-25, 26-24, 17-25, 22-25)

 

Støðan í bólki 2 í Bónus-kappingini:

 

##med2##

 

Mynd: (TB)