THW Kiel hevði trupuleikar við botnliði á heimavølli

Erlangen var á odda 16-12 í steðginum, men tað eydnaðist THW Kiel at venda dystinum í seinna hálvleiki

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í kvøld móti botnliðnum, Erlangen á heimavølli í Wunderino-høllini í Kiel.

 

Í fyrra hálvleiki sást tað ikki, at Erlangen liggur triðaftast í bundesliguni. Í steðginum var Erlangen á odda 16-12.

 

THW Kiel var tó omaná í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist Kiel at vinna dystin 31-27.

 

Elias spældi ikki tann størsta leiklutin í dag, men hann skoraði so eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum. 

 

Kiel er fjórðfremst í bundesliguni við 38 stigum.

 

Kiel hevur 11 stig upp til oddaliðið, liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin sum hevur 49 stig. Füchse Berlin hevur tó spælt tveir dystir fleiri enn THW Kiel. Trý stig frammanfyri Kiel er liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt, ið hevur 41 stig. Magdeburg er næstfremst í deildini við 46 stigum.