Tingfólk hava fundast í 448 tímar

Tingsetan 2017 endaði, tá Løgtingið fór heim í summarfrí týskvøldið. Nýggj tingseta byrjar á ólavsøku.

 

Tá tingfundurin endaði týskvøldið segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, at tað ikki vóru fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku – og so fer friður at valda í løgtingshúsinum hesar næstu tríggjar mánaðirnar.

 

Løgtingið hevur síðani á ólavsøku 2017 havt 77 fundir, ið hava vart 448  tímar. 143 mál eru framløgd, umframt 5 frágreiðing sambært § 51 í Tingskipanini. 1 mál er tikið aftur av uppskotssetaranum, 30 mál eru ikki komin aftur úr nevnd.

 

Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum. 20 skrivligir fyrispurningar eru settir. 95 munnligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og 31 ófráboðaðir fyrispurningar vóru á skrá á 4 fundum.

 

68 § 52a spurningar eru settir higartil. Fíggjarnevndin hevur havt 42 fundir, Uttan­lands­nevndin 13, Landsstýrismálanevndin 15, Vinnunevndin 44, Trivnaðarnevndin 25, Mentanarnevndin 16 og Rættarnevndin hevur havt 17 fundir § 25 hevur havt 12 fundir.