Tormodur við nýggjum dansktop lagi

Hondbóltsleikarin við nýggjum dansktop lagi

Hesa ferð er hann tó at hoyra á donskum. Fyrsta staklagið hjá Tormóði í yvir eitt ár eitur ’Kom Til Aalborg’ og er eitt slag av nýmótans dansktoppi. 

 


Sangurin, Kom til Aalborg, er lættur og lívligur. Gittari, trompet og trummur, seta dagskránna. Saman við hugnaligum teksti um danska kærleikslívið og livandi vokali, er lætt at syngja og nikka við.

 


23 ára gamli hoyvíkingurin útgav fyrsta staklag sítt, ’We Both Know’, í januar 2022; eitt lag, sum hevur verið nógv í umferð á rásunum, og vann honum eitt pláss á Voxbotn tað árið. Síðan hevur hann útgivið trý onnur stakløg, øll á enskum, og er hetta fyrstufer at hann roynir seg á donskum.

 


Benjamin Djurhuus, sum áður hevur samstarva við m.a. Daniu O. Tausen og Jónas Gaard hevur staðið fyri framleiðslu og ljóðblandi, meðan legendariski Óli Poulsen, sum hevur samstarva við øllum frá Roxette til Prince, hevur frumbanda.