TórsPark var besta hugskotið

Ein skipan, ið skal lætta um parkeringstrupulleikarnar í býnum, vann fyrsta plássið í hugskotsverkstovuni “Talgilda tín bý”.

 

Talan er um eina skipan, ið við nýmótans tøkni skal gera tað lættari at finna tøk parkeringspláss í býnum og sostatt minka um óneyðuga koyring í strembanini eftir at finna eitt parkeringspláss.

Annika Gregoriussen, Hans Olivur Joensen, Hilmar Simonsen og Birita Jacobsen mannaðu vinnandi bólkin, sum fekk 50.000 kr. fyri besta hugskotið.

 

Á øðrum plássi komu hugskotini Traðka og Saman.

 

“Traðka” er ein app, ið á stuttligan hátt eggjar fólki at ganga, súkkla og taka bussin heldur enn bilin til og frá arbeiði og sostatt skal minka um dálkandi útlát frá ferðsluni.

 

Æsa Tróndardóttir, Fríða Hansen, Anna Maria Wraae og Eyður Pálsdóttir mannaðu hendan bólkin.

 “Saman” er ein app, ið skal knýta fólk við somu áhugamálum saman, so tey í felag kunnu ganga til ítriv ella gera eitthvørt annað, ið tey hava hug til.

 

Fyri næstbesta hugskotið fingu bólkarnir 5.000 kr. hvør.

 

9 aðrir bólkar luttóku í hugskotsverkstovuni, sum KT-deildin og Hugskotið í Tórshavnar kommunu skipaðu fyri saman við Fróðskaparsetur Føroya í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin og leygardagin 21. og 22. september.

 

Endamálið við tiltakinum var at fáa góð hugskot, sum kunnu vera við til at talgilda býin.

 

Undirtøkan fyri tiltakinum var góð, og 12 bólkar luttóku við hvør sínum góða hugskoti.

 

Leiðarin á KT-deildini hjá Tórshavnar kommunu, Lars Larsen Black, er væl nøgdur við tiltakið.

 

- Havandi í huga, at hetta er fyrstu ferð vit royna eitt slíkt tiltak, var undirtøkan betri enn væntað, og mentorarnir, ið vegleiddu bólkunum, vóru samstundis ovfarnir av teimum góðu og kreativu hugskotunum.

 

- Eftir tiltakið seta vit okkum saman og gera eftirmetingar av, hvussu vit kunnu gera tað enn betri næsta ár. Tað er heilt víst, at fleiri av hugskotunum hava góðar møguleikar at gerast veruleiki, um arbeitt verður meira við teimum, heldur Lars Larsen Black, KT-leiðari, ið sostatt staðfestir, at talan er um eitt afturvendandi tiltak.