Tríggir spildurnýggir málskjúttar í stórsigri ímóti Liktinstein

Pætur J. Petersen var tvímálaskjútti, tá ið Føroyar vunnu fyri 8. ferð ímóti Liktinstein

Pætur J. Petersen skoraði tvey mál, tá ið Føroyar í kvøld vunnu 4-0 ímóti Liktinstein

Tað plagar at ganga væl, tá ið Føroyar spæla landsdyst ímóti Liktinstein. Síðani fyrsta dystin, sum var í høvuðsstaðnum í Liktinstein Vaduz 26. apríl í 2000, tá ið Føroyar vunnu 1-0, hava hesar báðu smáu europeisku fótbóltstjóðirnar dystast sjey ferðir, og Føroyar hava vunnið allar dystirnar.

 

Í kvøld var áttanda ferðin, at Føroyar og Liktinstein hittust. Tað var í Marbella í Spania, og aftur í kvøld vunnu Føroyar.

 

Talan var um trivaligan 4-0 sigur. Bæði málini í fyrra hálvleiki skoraði Pætur J. Petersen, sum nú umboðar KÍ. Hann skoraði við snildum hælsparki beinanvegin, og ein minutt undan steðginum var hann aftur upp á spæl eftir uppspæl í vinstru og flatt innlegg.

 

Hetta vóru fyrstu málini hjá Pæturi, og fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið Adrian Justinussen fyri fyrstu ferð var málskjútti.

 

Arnbjørn Svensson varð fyri fyrstu ferð skiftur inn á landsliðið, tá ið tað restaði eitt korter, og í síðstu løtu staðfesti hann trivaliga 4-0 sigurin, tá ið hann eftir fríspark úr høgru og innfyri aftur bólt við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Dysturin í kvøld var altjóða skrásetti landsdystur nummar 239 hjá Føroyum. Í 2021 vunnu Føroyar á Tórsvølli 5-1 ímóti Liktinstein. Saman við tí sigrinum er 4-0 sigurin í kvøld tann størsti yvirhøvur, sum Føroyar hava vunnið.

 

Týskvøldið fara Føroyar at spæla ímóti Danmark á Brøndby stadion.

 

 

 

Liktinstein – Føroyar 0-4 (0-2)

 

0-1: Pætur J. Petersen 3.

 

0-2: Pætur J. Petersen 44.

 

0-3: Adrian Justinussen 49.

 

0-4: Arnbjørn Svensson 89.

 

Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen (Jann J. Benjaminsen, 46.), Bartal Wardum Arnbjørn Svensson, 75.)(, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen (Daniel Johansen, 59.) – Adrian Justinussen, René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 57.), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen – Pætur J. Petersen (Hannes Agnarsson, 74.), Jóan Símun Edmundsson (Klæmint A. Olsen, 46.)

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Magnus Egilsson, Hørður Askham, Andrass Johansen, Sølvi Vatnhamar og Petur Knudsen

 

Venjari: Håkan Ericson

 

Hjálparvenjari: Eli Hentze

 

Pætur J. Petersen skoraði tvey mál, tá ið Føroyar í kvøld vunnu 4-0 ímóti Liktinstein