Trump umhugsar toll á bilar um ES-handilsavtala kiksar

Spurningurin um hægri toll á bilinnflutning úr Evropa er treytaður av, um vit fáa eina avtalu, sigur Trump.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við øktum tolli á bilar úr Evropa, um tað ikki eydnast honum at fáa eina handilsavtalu í lag við ES.

 

Soleiðis svaraði hann journalistum í Hvítu Húsunum í dag.

 

– Vit royna at gera eina avtalu. Tey eru ógvuliga hørð at gera avtalur við, Eus, segði Trump.

 

– Um vit ikki fáa eina avtalu í lag, so hækka vit tollin, segði hann í sambandi við fundin í dag í Hvítu Húsunum við eysturríska kanslaran, Sebastian Kurz.

 

Útsøgn hansara kmeur tveir dagar eftir at Trump hevði fingið eina frágreiðing frá handilsmálaráðnum, sum skal varpa ljós á, um bilainnflutningurin úr Evropa er ein tjóðskaparliga trygdarhóttan ímóti USA.

 

Trump hevur longu brúkt tjóðarskaparligar trygdarspurningar til at leggja toll á stál og aluminium. Og hann hevur fyrr nevnt møguleikan at gera tað sama við bilar.

 

Forsetin hevur hótt við at leggja 25 prosent í tolli á evropiskar bilar. Tað fer serliga at raka Týsklan, sum Trump heldur upp á hevur skatt amerikanska bilaídnaðin.

 

– Men í roynd og veru snýr tað seg um, hvørt vit kunnu gera eina avtalu við ES, sum er rímulig, segði hann.

 

Trump hevur kært seg um, at USA hevur eitt handilsundirskot í mun til ES- londini.

 

Fyrr í vikuni segði ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker, at amerikanski forsetin hevði lovað, at hann ikki for at leggja meiri toll á evropsikar bilar í løtuni.

 

/ritzau/Reuters