Trý bilmerki hava skift søluumboð í ár

Waag selur nú Renault. Reyni Service selur Opel. Og Auto Service selur Citröen

Stórar broytingar hava verið á bilsølumarknaðinum í Føroyum seinastu tíðina.

 

Tað síðsta er, at bilmerkið Citröen er flutt frá P/F Waag til Autoservice, og at Opel er flutt frá Auto Service til Reyni Service, sum tó hevur sama eigara.

 

Um ársskiftið frættist, at bilasølan P/F Waag skuldi yvirtaka Renault-umboðið frá Berg Motors. Ta skiftið er farið fram. Síðani frættist, at Autoservice skuldi yvirtaka vælumtókta Citröen-umboðið frá P/F Waag. Ta skiftið er nú eisini formliga farið fram.

 

Auto Service umboðaði frammanundan bilmerkini: Nissan, Peugeot og Opel. Nú bilasølan hevur fingið Citröen og og DS, sum er luksus bilmerki hjá Citröen, aftur, hava tey valt at flyta Opel-umboðið til Reyni Service, sum er í sama samtaki sum Auto Service.

 

– Tað er við sorgblídni, at Auto Service letur Opel umboðanina til Reyni Service, men hettar er liður í støðugu strembanini eftir at veita bestu bilaloysnina til allar okkara kundar í samtakinum. Reyni Service sum seinastu mongu árini bara hevur umboðað Toyota, fegnast um møguleikan eisini at umboða Opel. Vit ynskja, við góðari hjálp frá bilframleiðara og Auto Service, at gera alt fyri at liva upp til tey ynski og tær væntanir, sum Opel viðskiftafólkini hava, segði Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service, í samrøðu við VikuBlaðið fyrr í vikuni.

 

Stjórin á Reyni Service er vísur í, at skiftið fer at ganga væl:

 

– Umboðanin av Opel fer at geva Reyni Service eitt munandi størri vøruúrval, sum annars hevur verið minkandi seinastu árini, sigur hann.

 

Og stjórin á Auto Service er eisini væl nøgdur við at skiftið frá Opel til Citröen.

 

– Hetta passar væl inn í okkara konsept, tí vit frammanundan eru Peugeot umboð og teir verða gjørdir á somu verksmiðju sum Citröen, sigur Pól Jákup Poulsen, stjóri á Auto Service.

 

– Starvsfólk okkara eru regluliga á skeiði hjá Peugeot, sum mekaniskt og tekniskt í stóran mun eru eins og Citröen. Vit eru byrjað, og Citröen eigarar eru vælkomnir á verkstað hjá okkum. Í sambandi við at vit nú eisini selja Citröen, hava vit opið hús týsdagin 1. mai, sigur Pól Jákup Poulsen.