Tveir føroyingar eftirlýstir í Danmark

Løgreglan í Danmark leitar nú eftir tveimum føroyingum, Arthur Ryggstein og Bjarti Mellemgaard Henriksen. Teir skuldu báðir við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn til Føroyar týsdagin á middegi, men eingin hevur frætt frá teimum, síðani teir vóru á veg út í Kastrup Lufthavn.

 

Fartelefonirnar hjá teimum eru sløktar, og teir hava ikki verið á sosialu miðlunum síðani tá.