Álmanakkin sigur, at tað er hásummar, men veðrið boðar frá vetri. Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í morgun, onkustaðni hevur hann verið upp í 45 metrar um sekundið.
Men hóast tað er óvæntað við so nógvum vindi hesa árstíðina, sigur løgreglan at tað er ikki hent stórvegis av skaða.
Nakrar flamingoplátur hava fokið í vindinum og stutt fyri klokkan níggju í morgun fekk løgreglan boð um at tveir kampingvognar á plássinum í Sørvági, vóru tiknir av eini hvirlu. Men løgreglan sigur, at kommunan var á staðnum og bjargaði støðuni.
Tað er framvegis nógvur vindur summastaðni, á Ørðaskarði eru 39 metrar um sekundið, á Porkerishálsi eru 32 metrar, Brekkuni Stóru í Sandoy, eru 29 metrar, á Velbastaðhálsið eru 28 metrar, á Norðadalsskarði eru framvegis upp í 41 metrar um sekundið og á Heltnini í Oyndafirði eru 33 metrar um sekundið. Men hann minkar alsamt og seinni í dag verður væl minni vindur.
Myndirnar niðanfyri eru av koppaðu kampingvognunum. Myndirnar tók Óli Lindenskov