Ummæli av 1. umfari av Sement

Leygardagin, 13. apríl, var fyrsta umfarið av tónleikakappingini Sement á Reinsarínum. Eitt fjølbroytt og tætt umfar, har bólkurin Ókendir og einstaklingurin Jákup Eli komu víðari. Eitt mannfólkadominerað umfar, har so at siga alt tilfarið var á føroyskum.

 

Skrivað hevur Ári Rouch


9 nøvn hava meldað til ársins Sement tónleikakapping, og verður talan um tvey undanumfør. Tvey nøvn úr hvørjum undanumfari koma í finaluna tann 27. apríl, har kappast verður um vinningarnar, sum eru studiotíð, møguleiki fyri at spæla á G! ella Spot-festivalinum og so gávukort til tónleikaútgerð frá Simme musikkhús.


Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge var vertur hetta kvøldið, og dómarar vóru Eiler Sørensen, Sunneva Háberg Eysturstein og Mattias Kapnas. Krøvini til luttakararnar eru m.a., at talan skal verða um egin løg, sum ikki eru útgivin.


Ókendir – fríska lotið

Fyrsta navnið á pallinum var hiphop-samanrenningin, Ókendir, sum taldi átta mans. Fýra teirra stóðu við ljóðførðini og fýra við mikrofonirnar. Fyrrnevndu fýra við masku fyri munnin og allir átta í svartari hettutroyggju. Hetta sá gangsta út! Fyrsta lagið var eisini í hesum andanum, men vísti bólkurin seg síðani at ferðast víða í sjangruni. Hiphop við elementum av suðurstats trap, sum eisini til tíðir var popput og balladukent. Sungið var bæði við reinum, melodiskum og rap vokali, alt framborðið á føroyskum.


Kendastu nøvnini í Ókendum, eru Marius DC og Jónas Langgaard, sum eisini hava arbeitt og givið út saman áður. Jónas virkar eisini undir navninum Nönne. Hesir báðir vóru eisini teir mest framtraðkandi og tókust mest pallvandir. Framførslan var eitt sindur trivlandi til tíðir, onkur sangregla glapp, men var talan um smálutir. Talan var eisini um fyrstu ferð, at fleiri teirra framførdu á palli.


Samanumtikið ein áhugaverd, orkurík, egin og fjølbroytt framførsla, har tú ikki keddi teg - eitt nýtt frískt lot á føroyska tónleikapallinum.


Viðarr – tað obskura og serstaka

Viðarr var eitt púra óskrivað blað. Persónurin handan Viðarr er 17-ára gamli Jákup Johansen, og hevði hann mest sermerktu framførðsluna hetta kvøldið. Viðarr var einsamallur á pallinum, og var eisini talan um fyrstu pallframførðslu hansara. Talan var um forritaðan, minimalistiskan teknotónleik, sum Viðarr endurtakandi teskaði, tosaði og rappaði yvir. Viðarr tók seg væl út á pallinum í klædningi við sloyfu, sólbrillum og eitt sindur av plastikk, glam og glitur pynti. Viðarr var deiliga fríur, teatralskur á pallinum, hann dansaði, tosaði og improviseraði, tá hann ikki minstist til tekstin. Tekstirnir vóru fyri tað mesta á føroyskum. Av teimum fimm løgunum vóru trý føroysk, eitt á enskum og eitt blandað.


Samanumtikið ein sera frísklig framførsla, eitt navn eg fegin hevði sæð aftur á palli. Ein outsidari til at fara víðari hetta kvøldið, men var framførðslan kanska ov óneyv og flákrandi til, at tað rakk til finaluna.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Jákup Eli – inniligt in your face

Flestu, sum hava fylgt við í føroyskum tónleiki seinastu árini, vita, hvør Jákup Eli er. Tó er nakað fráliðið, síðani hann hevur verið á palli. Jákup Eli hevur onkuntíð havt bólk saman við sær, men sum oftast er tað bert hann og akustiski guitarin, soleiðis var eisini leygarkvøldið. Jákup Eli framførdi trý nýggj løg. Fyrsta lagið kallaðist ”Ongin lurtar eftir mær”, men tað gjørdi áskoðarafjøldin hetta kvøldið. Jákup Eli hevði nakað uppá hjarta, og tú merkti beinanvegin, at hann rakti áskoðarafjøldina. Hetta fyrsta lagið er kanska hitt besta, eg havi hoyrt frá honum.


Jákup Eli er serligur í tónleikahøpi, tí tað er ikki við flottasta guitarspælinum ella vakrastu songrøddini, at hann vinnur frama. Sangskrivingin og tekstirnir eru tó egin og serstøk, og tað er har hann rakar. Hann skrivar inniligt og erligt um torførar tankar, kenslur og sálarkvøl, um at kenna seg fremmandan og ikki at passa inn. Jákup Eli framførdi bæði inniligt og útfarandi hetta kvøldið, samanumtikið ein av bestu framførslunum hjá Jákup Eli.

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

Ingmar – mest musikalska og skemtiliga

Seinastu framførsluna átti Ingmar við bólki, ein trio við trummum, bass og tangentum. Ingmar var helst royndasti bólkurin hetta kvøldið, og hevur Ingmar Berg Mikkelsen luttikið í Sement fleiri ferðir áður í fleiri ymiskum bólkum. Sum solistur ferðast Ingmar í lívligum, soulkendum, progressivum og funky popptónleikaløgum


Ingmar er kendur fyri at hava skemt og orðaspøl í sínum løgum og framførslum, og so var eisini hetta kvøldið. Fyrsta lagið var ein væl orðaður kærleikssangur, meðan næsti var ein skemtilig viðmerking til heilsu- og fitness bylgjuna. Triðja lagið var eisini skemtiligt, har Ingmar rútmiskt spældi sær við, hvussu tú kundi koyra salt á skerpikjøtið - við bússuni ella kvørnini, sum hann apaði rútmiskt.


Framførslan hjá Ingmar var hon, ið kom best út í salin, tá talan var um ljóðgóðsku, og hevði hon eisini hægsta tónleikaliga torleikastigið hetta kvøldið. Talan var eisini um eina framførslu, har Ingmar vildi øgiliga nógv, kanska ov nógv. Ingmar syngur við nógvari sál, soul, ein lítið troytt sjangra í Føroyum - hin føroyski Stevie Wonder hevði onkur á máli. Ingmar sang eisini væl og spenti songurin víða, róligur, villur við bæði moduleringum og yvir í falset. Hetta var forkunnugt, men bleiv tað kanska til tíðir pressað og ov snjalt. Tá so ein sonevnd kazoo bleiv hivað fram til endans, fyri at toppa tað heila við einari solo, vóru vit mettaði. Hon var óneyðug. Hóast smávegis lýtir, ein fín, undirhaldandi og musikalst framførsla.

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28##

##med29##

##med30##

​​​Avgerðin

Kenslan eftir tær fýra framførðslurnar var, at her talan um eitt Sement umfar við miðal til høgum støði við ongum upplagdum greiðum vinnara. Framførslurnar vóru ógvuliga ymiskar, og sat ein við kensluni, sum so mangan er orðað, at tað ber ikki til at kappast í tónleiki. Sannroyndin var tó, at talan er um eina kapping, og at tveir vinnararar skuldu finnast. Í fyrstu syftu hevði eg Ingmar sum favoritt, men spurningurin var, hvat dómararnir fóru at leggja dent á. Tað nýggja fríska lotið, tað serstaka og obskura, tað inniliga in your face ella tað tryggara, musikalska og skemtiliga. Prátið millum fólkið í nærum fullsetta Reinsarínum gekk listiliga í allar ættir og meiningarnar ógvuliga ymiskar. Tá klokkan tó nærkaðist hálvgum ellivu, stóð Bjørk Lamhauge klár á pallinum at kunngera vinnararnar. Dómararir valdu frísku hiphop samanrenningina, Ókendir, og erligu framførðsluna hjá Jákup Eli.