Uppskrift: Soleiðis gert tú Rocky Road

Leskiligt, jólaligt og ómetaliga lætt at gera - hjá bæði vaksnum og børnum

Rocky Road er upprunaliga amerikanskt góðgæti, men tað er tó meir og meir at síggja á hillunum her heima. Rocky Road er smeltað sjokoláta við alskins slagi av bomm og nøtum í - tað tykkum dáma best. Ofta verða skúmgæti og nøtir nýttar og pyntað verður við hvítari sjokolátu. Men í veruleikanum er spælið frítt. Nýt tað, tykkum dáma best.

 

Her er ein jólalig útgáva:

  • 50 g av mandlum
  • 30 g av heslinøtum
  • 250 g av myrkari sjokolátu
  • 75 g av skúmgæti (skumfidusum)
  • 3 piparmyntu-jólastavar

 

Legg mandlur og heslinøtir á eina pannu og snerk tær, men tak tær av, áðrenn tær gerast brúnar. Legg tær í eitt viskistykki og gníggja, so skalið fer av helsinøtunum. 

Smelta sjokolátuna.

Brót piparmyntu-jólastavarnar og rør teir í saman við skúmgætinum. Legg bakipappír á eitt fat (á leið 20x20), og legg nakað av piparmyntu-jólastavunum og skúmgætinum á botnin. 

Stoyt helmingin av sjokolátini í fatið og síðani aftur piparmyntu-jólastavar skúmgæti og mandlir.

Rør lættliga og lat síðani restina av sjokolátuni omaná. Stroy restina av mandlunum, skúmgætinum og piparmyntu-jólastavunum omaná til endans. Set at kølna, sker í puntar  og njót saman við onkrum, tú ert góð/ur við!

Hetta er bert uppskot. Tað riggar eisini væl við til dømis Maltesers, hvítari sjokolátu og piparkeks. Til ber at blanda tað, sum ein ynskir í sjokolátuna :)