Veddingarfyritøkur hava Belgia sum favoritt

Belgia fer at vinna á Onglandi í dag í dystinum um triðjaplássið, halda veddingarfyritøkur

Belgia fer at vinna á Onglandi í dag í dystinum um triðjaplássið, halda veddingarfyritøkur

 

Í dag verður bronsudystur í HM endaspælinum í fótbólti í Ruslandi.

 

Dysturin millum Belgia og Ongland verður klokkan 15 í Sankta Pætursborg, og hann verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, sum samsendir við TV2

 

Taparafinalan verður tað eisini nevnt, tá tapandi hálvfinalistarnir hittast í dysti um HM bronsu.

 

Enska fótbóltslandsliðið hevur vunnið undirtøku í heimlandinum eftir at hava verið millum tey fýra síðstu í Russlandi. Onglendingarnir vóru nær við HM-finaluna. Teir vóru framman fyri Kroatia, sum tó vann dystin 2-1 eftir longda spælitíð.

 

Gyltu ungu leikararnir hjá Belgia taptu móti Frankaríki í hinari hálvfinaluni. Úrslitið var 0-1, sum var skuffandi, tá tað annars hevði gingið so væl hjá Belgia í Russlandi.

 

Ongland og Belgia hittust í bólkaspælinum. Tað var í síðsta bólkadystinum, tá bæði liðini høvdu tryggjað sær víðari luttøku. Bæði liðini komu við eykamanning, og Belgia vann dystin 1-0.

 

/ritzau/