VIDEO: Ein ungur Jóannes Bjartalíð fjeppari

(Video) Hoyr ein ungan Fredrikstad fjeppara syngja fyri sínum yndisleikara

Mongu fjeppararnir hjá Fredrikstad hava tikið føroyska landsliðsleikaran, Jóannes Bjartalíð til sín aftaná megnar avrikini í undanfarna kappingarárið.

 

Og tey gleða seg til at fáa Jóannes á vøllin aftur. Vónandi verður tað skjótt.

 

Fredrikstad Blad, ið ger sera nógv burturúr Fredrikstad FK hevur lagt út eitt sera fitt videobrot, ið var tikið upp í samband við grannauppgerðina móti Sarpsborg 08 farna sunnudag.

 

Talan er um eina samrøðu við ein ungan Fredrikstad FK fjeppara, sum eitur Albert Hansen. 10 ára gamli Albert hevur troyggjunummarið hjá Jóannes Bjartalíð, og hann syngur eisini sangin, sum fjeppararnir hjá Fredrikstad plaga at syngja fyri Jóannes Bjartalíð.

 

HER  sæst videobrotið við tí 10 ára gamla Bjartalíð-fjepparanum.