VIDEO: Føroyingaliðið í Noregi javnaði móti Sarpsborg í yvirtíðini

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Fredrikstad-Sarpsborg 08 2-2 (0-1)

Mynd: Fredrikstad Blad. Hetta er løtan aftaná Fredrikstad hevur javnað til 2-2 í 92. minutti

Leikvøllurin í Fredrikstad var fullsettur í dag við 12.560 áskoðarum. 

 

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, og sum hevur Brand Hendriksson og Jóannes Bjartalíð í hópinum tók ímóti lokala arvafíggindanum, Sarpsborg 08.

 

Tað sá út til, at Fredrikstad fór at tapa 1-2, men tveir minuttir inni í tíðini javnaði Henrik Johansen við einum stútara til 2-2, og so ristist og skalv allur Fredrikstad býur av stóra fagnaðinum. 

 

Mai Traore skoraði fyri Fredrikstad í 96. minutti, men ólukkutíð var málið kolldømt fyri rangstøðu.

 

Longu tá seks minuttir vóru leiktir legði Sarpsborg seg á odda 1-0. Tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki javnaði Sigurd Kvile til 1-1. 

 

Sarpsborg kom á sigurskós aftur tá 74 minuttir vóru leiktir, men tíbetur fekk føroyingaliðið javnað til 2-2, og harvið tryggjað sær eitt stig.

 

Brandur kom á vøllin tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, og hann fekk tí við yvirtíðini næstan 18 minuttir á vøllinum. Jóannes er enn uttanfyri við skaða.

 

Fredrikstad hevur fýra stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar. 

 

Sunnudagin 21. apríl hevur Fredrikstad torføran útidyst móti Viking Stavanger. 

 

HER  ber til at síggja ein samandrátt hjá norska TV2 frá dystinum Fredrikstad-Sarpsborg 08 2-2 (0-1).

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad Blad. Hetta er løtan aftaná Fredrikstad hevur javnað til 2-2 í 92. minutti