VIDEO: Síggj Brand skjóta tvey mál og leggja upp til eitt mál

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum EIK Tønsberg-Fredrikstad 2-5 (1-2)

Mynd: Fredrikstad Blad

Brandur Hendriksson var í essinum tá hann og liðfelagarnir í Fredrikstad vunnu seg víðari til triðja umfarið í norsku steypakappingini. 

 

Fredrikstad vann á útivølli stórsigur 5-2 á EIK Tønsberg, ið spælir í triðbestu deildini.

 

Brandur legði Fredrikstad á odda 1-0 tá 19 minuttir vóru leiktir. Lítla løtu seinni javnaði Tønsberg til 1-1. Patrick Metcalfe legði Fredrikstad á odda 2-1 stutt undan steðginum. Tønsberg megnaði aftur at javna tá 52 minuttir vóru leiktir, men seks minuttir seinni legði Brandur Fredrikstad á odda 3-2 við einum rimmar beinleiðis frísparki. Íslendski, Julius Magnusson økti til 4-2 í 78. minutti, og tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini legði Brandur upp til Jeppe Kjær, ið staðfesti sigurin hjá Fredrikstad.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Mynd: Fredrikstad Blad