VIDEO: Síggj Hákun skjóta eitt gott mál móti Nantes

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Füchse Berlin-HBC Nantes 33-33 (17-15)

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin leiktu í kvøld fyrru fjórðingsfinaluna í EHF European League móti franska liðnum, HBC Nantes í Max Schmelling høllini í Berlin.

 

Füchse Berlin fekk ikki tað besta útgangsstøðið til returdystin í Nantes komandi týskvøld klokkan 19.45. Dysturin endaði nevnliga við javnleiki 33-33. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 17-15.

 

Hákun skoraði tvey mál í dystinum. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum. Í samandráttinum sæst Hákun skjóta eitt gott mál til støðuna 12-8 til Füchse Berlin:

 

##med2##