VIDEO: Soleiðis vann Fredericia á Silkeborg

(Video) Síggj málini frá seinnu steypahálvfinaluni FC Frederica-Silkeborg 2-0 (2-0)

Tað eydnaðist landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge og liðfeløgunum í FC Fredericia, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini at reisa seg aftaná 1-6 stórtapið fyri Silkeborg í fyrru hálvfinaluni í donsku steypakappingini.

 

Í kvøld helt Mattias málið reint, tá Fredericia í seinnu hálvfinaluni vann 2-0 á Silkeborg. Tað bleiv tó ein samlaður 6-3 hálvfinalusigur til Silkeborg.

 

Men talan var ein góðan ítróttarligan og moralskan sigur til Mattias og liðfelagarnir á heimavølli frammanfyri 2.179 áskoðarum. 

 

FC Fredericia-Silkeborg IF 2-0 (2-0)

 

1-0 Frederik Carstensen (7.)

 

2-0 Frederik Carstensen (26.)

 

HER  ber til at síggja málini frá seinnu hálvfinaluni millum Fredericia og Silkeborg.