Uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu var THW Kiel fyri einum lemjandi tapi í tí fyrru fjórðingsfinaluni í EHF Champions League.
Kiel tapti í kvøld 30-39 fyri franska liðnum, Montepellier á útivølli. Í steðginum var Montpellier á odda 20-16.
Tað verður møtimikið hjá Kiel at venda samlaða úrslitinum í Wonderino høllini í Kiel, hósdagin 2. mai klokkan 17.45, og vóna tey í Kiel, at Elias verður klárur til tann dystin.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum í Montpellier í kvøld:
##med2##