Víkingur hevur eina stóra favorittstøðu móti Skála

Her eru oddsini hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum upp á dystin millum Víking og Skála

Seinnapartin klokkan 15 spæla Víkingur og Skála dyst í Betrideildini hjá monnum í Sarpugerði í Norðragøtu.

 

Í teimum seinastu 20 dystunum, har liðini hava møtst í bestu fótbóltsdeildini ella í steypakappingini hevur Víkingur vunnið 16 dystir, og fýra dystir eru endaðir við javnleiki.

 

Víkingur eru eisini stórur favorittur hjá níggju altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,15 og 1,20.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,00 og 7,60.

 

Oddsini upp á útisigur til Skála liggja millum 10,00 og 12.00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##