Vit kunnu ikki blása og hava mjøl í munninum!

Vit eiga ikki at krevja meira inn í skatti

Vit skulu tálma rakstrinum og

vit skulu ikki gera stórvegis av nýíløgum

 

Nakað soleiðis er útgangsstøðið og útmeldingin úr Løgtinginum til býráðspolitikkarar.

Og hóast hetta síggja vit valgreinir, ið lova gull og grønar skógir.

 

Um tú hevur somu midlar og vilt broytingar og betringar, ja, so má meira fáast fyri pengarnar!

So einfalt er tað, og hetta krevur fólk við sansi fyri effektiviseringum og rationaliseringum.

 

Um tú ikki skalt gera stórvegis nýíløgur, men hevur tørv á høli og faciliteti, ja, so krevst fólk, ið hugsar í verandi útboði, endurskoðar,  hugsar øðrvísi og nýtt.

 

Og triðja uppgávan er at fáa tað privata og fólkið meira við – og síggja sjálvbodnar og forrætningsligar avbjóðingar í samskifti og tænastu borgaranna millum.

 

Vit mugu hava politikkarar og fyrisiting, ið hugsar breitt og hugsar pengar inn í ein størri samanhang, hevur yvirblikkið, hugsar heildir og handlar uppá tað.

 

Longri er tann søgan ikki!

 

BERGUN KASS

Listi F