Vit mugu taka spentu støðuna í álvara

Føroyar mugu gera sær greitt, hvussu farast skal fram í verju- og trygdarpolitikki. Serliga skulu vit gera greitt, hvussu Føroyar kunnu geva sítt íkast til NATO - verjusamgonguna.

“Kríggj er ikki longur ein málburður frá farnari tíð. Vit skulu fyrireika okkum uppá, at alt kann henda”. Soleiðis segði Donald Tusk, polskur forsætisráðharri herfyri.

 

Polski leiðarin er bert ein av mongum, ið seinastu tíðina hava ávarað ímóti framferðini hjá Russlandi. Stjórnarleiðarar kring alt Evropa siga, at støðan um okkara leiðir ikki verður hin sama aftur, sum áðrenn russisku innrásina í Ukraina.

 

Ávaringarnar eru fleiri og fleiri í hesum døgum, og so seint sum í vikuni hoyrdu vit norska varaadmiralin, Louise Dedichen, at vit í Føroyum eiga at fyrireika okkum uppá ófrið.

 

Spurningurin er so: Hava vit tað?

 

Eg haldi, at vit í alt ov langa tíð hava verið ov naiv, tá tað kemur til at greina geopolitisku støðuna.

 

Tað er alneyðugt, at vit í Føroyum gera nøkur átøk, sum kunnu hjálpa NATO við eftirliti á sjónum og í luftini. Tað er tað minsta vit kunnu gera.

 

Hetta er eisini nakað, føroysku fólkatingslimirnir hava víst á í uppriti til landsstýrið í samband við verjusamráðingarnar fyri góðum ári síðani. Eitt nú vísti uppritið á tørvin at verja okkara sjókaðalar, júst sum løgmaður segði í Degi og Viku hóskvøldið. 

 

Løgmaður trínur í hesum døgum fram og sigur, at Føroyar vilja taka ábyrgd. Tað vóni eg sanniliga fer at vísa seg í verki, nú samráðingarnar um verjusemjuna aftur standa fyri framman.

 

Mikudagin kemur uppskotið um føroyskan trygdarpolitikk til viðgerar, og tá vóni eg at orðini hjá løgmanni fara at síggjast aftur í endaliga uppskotinum; at Føroyar vilja taka ábyrgd.

 

Vit kunnu ikki lata sum einki.

 

 

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.