Yvirfriðingarnevndin leggur sektin á náttúruna

Tað sigur náttúruvinurin Jóhann Mortensen, útvarpsmaður, í lesarabrævi, hann hevur sent in.fo í sambandi við ætlanina at koyra grótið frá Eysturoyartunlinum inn á Sund.

 

Eri ikki samdur við grundgevingini hjá Henrikki Møller, formanni í yvirfriðingarnevndini. Framsøgnin hjá honum var: »náttúran inni á Sundi er longu farin«. Tí kann Tórshavnar Havn uttan fyrilit leggja grót frá verandi grótkastið eystur eftir allari fjøruni undir gerðinum hjá Gustavi á Sundi og langt út á sjógv, sigur Jóhann Mortensen.

 

Hann vísir á, at mangir náttúruvinir skiltu ikki, at friðingarmyndugleikin loyvdi einum grótkasti heilt eystur í móti Sundsá í áttatiárunum.

 

– Tað var eitt stórt og skammiligt inntriv í eina bygd við bøi, á og ósa.

 

– Og nú liggur tann óbótaliga avgerðin sum grundgeving fyri, at náttúran er longu »farin«. Ein logikkur, sum neyvan heldur, tá tað kemur til onnur støð í landinum, sigur hann.

 

– Yvirfriðingarnevndin leggur sektin á náttúruna. Einasti, sum kann steðga hesi vitleysu ætlanini, er býráðið í høvuðsstaðnum. Tað letur seg enn gera. Tað fyrsta skotið í Skálafjarðartunnlinum er ikki latið av. Tann fyrsti lastbilurin hevur ikki latið fyrstu lastina fara niður á ósan við Sundsá. Tað er ikki ov seint.

 

– Annika, Gunnvør, Marin Katrina og tit onnur, vísið nú í verki, at grøni setningurin er annað enn orðabrask, skrivar Jóhann Mortensen.

 

Lesið lesarabrævið hjá honum VIÐ AT TRÝSTA HER