Í Klaksvík og í Eysturoy eru fótbóltsvallirnir kavaklæddir. Í Gundadali ruddaðu teir, so tað fyrrapartin bar til hjá bæði B36 og HB at spæla venjingardystir.
HB vann 2-0 á KÍ. Hálvleiksstøðan var 1-0. Fyrra málið skoraði Magnus Egilsson, eftir at hava fingið fína sending fram ímillum, og so var tað Christian R. Mouritsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Undan steðginum var heimaliðið væl meiri á bóltinum, og eftir steðgin vóru klaksvíkingar meiri við.
Tað vóru nógvir ungir spælarar á vøllinum. Nýggi HB venjarin, Jan C. Dam, ætlar at gera nógvum ungum monnum møguleika í venjingardystum at vísa, at tað er dugur í teimum. Í dag sást, at fleiri teirra stutt eftir ársskiftið eru væl fyri.
HB legði fyri í hesi uppstilling: Niklas Thomsen – Jógvan Rói Davidsen, Johan Troest Davidsen, Jákup F. Hansen, Daniel Johansen – Teit Jacobsen, Tróndur Jensen, Magnus Egilsson – Christian R. Mouritsen, Ari Mohr Olsen, Adrian Justinussen
KÍ legði fyri í hesi uppstilling: Kristian Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Akmed, Ally – Jákup B. Andreasen, Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Jóannes Bjartalíð, Jóannes Danielsen – Páll A. Klettskarð.