VIDEO: Síggj Hákun skora framúr vakurt mál móti Aalborg

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Aalborg-Füchse Berlin 36-40 (20-21)

Mynd: Scanpix Ritzau

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin skulu royna seg í FINAL FOUR í Champions League. Tað verður í Köln, dagarnar 14. og 15. juni.

Füchse Berlin vann ein samlaðan 77-65 fjórðingsfinalusigur á Aalborg. Í kvøld vann Füchse Berlin 40-36 (21-20) í Aalborg.

Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum í Aalborg frá Eurohandball. Við 1:57 minuttir sæst Nils Lichtlein hegnisliga spæla bóltin til Hákun, ið tók av møguleikanum:

Mynd: Scanpix Ritzau