Almenna byggi­sam­tyktin skal endurskoðast

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at meginparturin av økisásetingunum í kommununi eru endurskoðaðar, har reguleringar eru gjørdar í einum størri høpi

- Eitt av høvuðsendamálinum við endurskoðanini av almennu byggisamtyktini er, at dagføra almenna ásetingartekstin sambært føroysku bygningskunngerðini frá 2017 (BK17). Ávísingar og loysnir í BK17 eru meira viðkomandi og tíðarhóskandi í mun til bygging og nýtslu í dag.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, og her verður sagt víðari:

 

- Somuleiðis eru nýggjar ásetingar lagdar aftrat almenna ásetignartekstinum, t.d. girðing, lýsing av vegaøki, heimildir viðvíkjandi nýtslu av fríøkjum og grundøkjavídd í samband við útstykkingar og annað.

 

Sagt verður, at meginparturin av økisásetingunum í kommununi eru endurskoðaðar, har reguleringar eru gjørdar í einum størri høpi, eitt nú dagføring í mun til BK17, tilvísingar og kort, fjølbroyttar bústaðarloysnir, smærri búeindir og greiðari nýtslulýsing.

 

- Nøkur økismørk eru eisini regulerað í mun til verandi nýtslu, siga tey í Klaksvíkar kommunu. Meira um hetta kann lesast á www.klaksvik.fo