Avdúking: Elias Ellef­esen á Skipa­gøtu fer til GOG

Eftir at hava mist stóra profilin á liðnum, Tobias Grøndahl, til Füchse Berlin, hevur GOG funnið avloysaran, og tað er eingin annar enn Elias Ellefesen á Skipagøtu

Soleiðis skrivar danska HBOLD.dk, sum sigur, at danska toppfelagið hevur gjørt avtalu við føroyska talentið hjá THW Kiel, Elias Ellefsen á Skipagøtu. 22 ára gamli spælarin verður væntandi alment kunngjørdur í gulu troyggjuni í næstum.

Danska stórfelagið GOG skal soleiðis hava tveir føroyskar leikarar, tí systkinabarnið hjá Eliasi, Óli Mittún, hevur ongu hevur gjørt sáttmála við hondbóltsfelagið á Fjóni eftir at hava skift frá svenska IK Sävehof.

Elias Ellefsen á Skipagøtu kom til Kiel á sumri 2023 eftir sera væleydnaða tíð í svenska í Sävehof, har hann var ein av størstu profilunum í svensku kappingini.

Í Bundesliguni hevur hann havt trupult við at bróta seg ígjøgnum, men nú heldur ferðin fram til GOG og donsku kappingina, har hann skal bera arvin víðari eftir Tobias Grøndahl, sum skiftir til nýkrýndu týsku meistararnar, Füchse Berlin.