Tað hevur leingi verið greitt, at Kyndil er annað liðið sum hevur vunnið seg beinleiðis til FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini. Nú er eisini greitt, at Kyndil hevur vunnið grundspælið.
Kyndil vann fyrr í kvøld tepran 31-30 sigur á Neistanum í høllini á Hálsi. Í steðginum var Kyndil á odda 18-13, men tá 49 minuttir vóru leiktir var Neistin á odda 25-24. Tá eydnaðist Kyndli at leggja seg framum 28-25, og tær vóru á odda tað sum eftir var av dystinum.
Við 10 málum var Turið Arge Samuelsen toppskjútti hjá Kyndli. Anna Sigrunardóttir Mikkelsen var toppskjútti hjá Neistanum, somuleiðis við 10 málum.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og Neistan, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##












