Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin:
– Eg taki við aftur tingsessinum á ólavsøku, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur verið sjúkrameldaður seinasta árið.
Hann hevur diagnosuna CIDP, sum er ein sonevndur auto immunur tilstandur.
– Eg hevði ein skaða í rygginum frá fótbóltinum, sum hevur vitjað aftur av og á. Til endans var tað blivið so keðiligt, at eg lat meg skurðviðgera. Tveir diskar trýstu og ávirkaðu nervar niður í beinið, segði hann við Sosialin í august í fjør. Hann sigur, at skurðviðgerðin eydnaðist væl, men hann hevur í dag skerdan førleika og situr í koyristóli.
Á Facebook skrivar hann soleiðis:
»Kaj Leo, du kommer aldrig til at gå ordentligt igen, segði neurologurin. Eg svaraði at jeg er meget taknemmelig for at have gået og løbet i næsten 60 år.
Men óluksáliga hart at fáa hesi boð, men eitt er 100%, eg ætli mær at verða besta útgáva av mær sjálvum í koyristóli, takk øll sum hava givið góð ynski, vit síggjast eg í koyristóli«, skrivaði Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook leygardagin. Men nú ætlar Kaj Leo Holm Johannesen sær aftur í tingið, og tað verður í koyristóli.
Hann sleppur inn í Løgtingið, men hann sleppur ikki upp á røðarapallin sum er.
– Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur lovað at gera nakað við tað soleiðis, at fólk í koyristóli sleppa upp á røðarapallin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Spurdur um hann ætlar sær at vera við í skrúðgonguni á ólavsøku sigur hann, at tað fer neyvan at bera til, tí tað er so trupult at sleppa inn í Havnar kirkju í koyristóli.
Men á ólavsøku ætlar hann sær at taka tingarbeiðið uppaftur.
Hann hevur áður boðað frá, at hann ikki ætlar sær at stilla uppaftur, men nú sigur hann við einu brosi, at hann hevur fingið so nógvar áheitanir, so hann veit ikki, hvussu tað verður.
Kaj Leo Holm Johannesen er 60 ára gamal. Hann kundi tí farið frá við pensjón. Hann hevur rætt til hægstu pensjón sum fyrrverandi løgmaður, og tí hevði hann fingið lønarhækkan, um hann fór frá við pensjón í staðin fyri at verða løntur sum løgtingsmaður.
– Eg havi arbeiðtt síðani eg var 13 ára gamal, og eg ætli mær at arbeiða til eg eri 70 ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen avgjørdur.
Meðan Kaj Leo Holm Johannesen hevur verið í farloyvi, hevur Jaspur Langgaard havt sæti í Løgtinginum fyri hann.