Í kvøld fer Eyðun til próvtøku

Hugburður og avrik fara at gera av, hvussu úrslitið verður, nú Føroyar eru í serstakari støðu

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har Igal Frid úr Ísrael verður dómari.

 

Tað verður sagt frá góðum veðri í kvøld, og tá ið Føroyar verða sagdar at vera favorittur at vinna ímóti Gibraltar, er tað ikki óhugsandi, at áskoðaratalið verður størri, enn tað ofta hevur verið seinastu tíðina.

 

Hjá venjaranum Eyðuni Klakstein er talan um serstakt høvi, tí hetta er fyrsta ferðin, at hann hevur ábyrgdina av A-landsliðnum á heimavølli, og hetta er fyrsta ferðin, at landsliðið undir hansara leiðslu verður roknað at vera favorittur. Higartil hevur hann verið fimm ferðir í Eystureuropa. Í Armenia endaði tað við 1-0 sigri, og síðani hevur liðið tapt við einum máli ímóti Norðurmakedonia, Kekkia, Montenegro og Georgia.

 

-Vit eru favorittar, og tað rokni eg við, at spælararnir klára væl at liva við. Teir eru royndir, og teir hava í dystunum á útivølli víst góðan hugburð, og fleiri ferðir hevur talan verið um góð avrik. Nú snýr tað seg um at vinna, og tað verður stórt vónbrot, um tað ikki eydnast. Men sigurin kemur ikki av sær sjálvum. Hann er treytaður av, at spælararnir eru fult savnaðir um uppgávuna, og at hugburðurin er, sum hann eigur at vera. Um hetta gongur upp í hægri eind saman við, at spælararnir vísa tað, sum eg veit, at teir duga, og at teir halda seg til tað, sum er avrátt, so fara vit at vinna. Men sigurin kemur ikki av sær sjálvum, og Gibraltar hevur áður verið boysið mótstøðulið hjá Føroyum, sgur Eyðun Klakstein.

 

At talan er um heimadyst eigur at vera fyrimunur, men hann kemur ikki av sær sjálvum.

 

-Tað er neyðugt, at áskoðararnir stuðla okkum, og tað vóni og rokni eg við, at teir fara at gera, sigur landsliðsvenjarin.

 

Síðani Eyðun Klakstein tók við sum landsliðsvenjari, hevur verið arbeitt við sama konseptið. Talan hevur verið um 5-4-1 uppstilling, og hóast liðið í kvøld kann roknast at fara at vera meiri í álopsstøðu og harvið minni í verjustøðu, enn tað plagar, so verður konseptið ikki broytt.

 

-Á pappírinum er talan um tøl, men á vøllinum ber tað til at laga spælið til fyritreytirnar. Tá verður spælskipanin broytt til 3-4-3, um tað er neyðugt. Vit hava fyrireikað okkum væl, og nú fáa vit at síggja, tí hvør dystur livir sítt egna lív, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

 

 Bárður á Reynatrøð verður málverji. Í verjuni vera Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen. Hallur Hansson og Brandur Hendriksson Olsen vera sentralir miðvallarar og Árni Frederiksberg verður framrættaður í høgru. Eitt sindur óvist er tað, hvør verður í vinstru, og hvør verður í álopinum. Møguleikarnir í vinstru eru Adrian Justinussen, Hanus Sørensen og Daniel Johansen, og í álopinum verður Patrik Johannesen ella Páll A. Klettskarð.

 

Føroyar – Gibraltar kl. 19.45.