Tíðindabræv frá VEKS:
Vitja var á Grønanesi í Vestmanna, har Sunrid á Borg, deildarleiðari, bjóðaði morgunmat, og legði fram um tilboðini, sum økið bjóðar, og síðani fekk ráðið høvi at síggja hølisumstøðurnar, og at heilsa uppá búfólkini.
Á Mørkini í Streymnesi, løgdu deildarleiðarin Birita Baldvinsdóttir Iversen, og terapeutiski leiðarin, Sarita Vesturdal Vesturtún fram, m.a. um nýggju kósina hjá VEKS, har stórur dentur verður lagdur á fyribyrging sum heild, og at skipa tænastutilboðini í egnum heimi. Køkurin á Mørkini hevði gjørt væla døgurða, og eftir tað fingu tey roynt summi av nýggju venjingar og hjálpartólunum.
Dagurin endaði við vitjan á Korndalsbýlinum á Eiði, har Tórgerð Jallgrímsdóttir beyð vælkomin, og greiddi frá virkseminum har, og heimatænastuni í økinum. Afturvið góðum práti við búfólkini, fekk Eldraráðið leskimeti og kaffi ella te.
Jens Jensen, formaður í Eldraráðnum, sigur um vitjanina:
“ Øll hildu, at hetta hevði verið ein sera jalig uppliving. Ein góð byrjan fyri tað nýggja eldraráðið. Ofta er tað tær keðiligu søgurnar, sum hava hug at troka seg fram, men henda dagin møttu vit tað øvugta. Eitt gott huglag var at kenna frá starvsfólkum og húsfólkum. Tað sýntist eisini sum, at leiðslurnar løgdu stóran dent á tvørfakligt samstarv fyri at bøta um tilboði til tey, ið hava tørv á røkt og umlætting.” Og hann heldur fram: “Tey flestu eldru ynskja at liva sum longst í egnum húsi. Fyri at hetta skal vera møguligt er neyðugt at bøta um tilboðini til heimahjálpina. Tað er eisini tað, sum er skilabest peningaliga”.
##med2##
Eldraráðið í VEKS er: Jens Jensen, formaður, Brynhild Joensen, næstforkvinna, Jákup Andreasen, Annvør Jacobsen, Ingvard Fjallstein, og Gunn Joensen.
Sára Jógvansdóttir stýrisforkvinna er sera væl nøgd við vitjanina hjá Eldraráðnum: Sára Jógvansdóttir stýrisforkvinna er sera væl nøgd við vitjanina hjá Eldraráðnum: “Ætlanin við Eldraráðnum er, at tey skulu verða ein longdur armur hjá stýrinum, tí tey í nógvum førum eru tættari brúkaranum og kunnu síggja viðurskiftini á annað hátt. Nú hava tey vitja heimini og fingið betur innlit í, hvussu arbeiðið verður skipað úti í bygdunum og inni á heimunum. Tað fer helst at viðvirka til, at tey í størri mun kunnu ráðgeva stýrinum, so vit hava so góð tilboð og tænastur sum gjørligt at bjóða”.