Hóast tað gjørdist greitt í dag, at felagsliðið FC Suðuroy ikki longur er í fremstu fótbóltsdeidini, so verður dansað í Vági í kvøld. Í kvøld fer nevniliga bólkuin 005 á pall í VB Húsinum.
Bólkurin 005 er settur saman av sera royndum tónleikarum, og bæði nýtt og eldri tilfar er á skránni.
Tað er VB Hodbóltur, sum skipar fyri dansinum í kvøld, og byrjað verður klokkan 23:30.