03 ella 5 til Búskaparráðið

Í triðja parti av frágreiðingini frá Búskaparráðnum verður løgd fram "ein nýggj tilgongd til lýsingar av føroyska búskapinum". Búskaparráðið vísir á, at øll onnur enn limirnir í búskaparráðnum hava misfatað føroyska búskapin og búskaparfrøðina. Sjálvt um kjakið er rættiliga teoretiskt og tekniskt, vil eg tó royna at geva eitt ílegg til kjakið. Vónandi er mítt innlegg ikki alt ov torskilt

Innleiðandi í triðja partinum í frágreiðingini greiðir Búskaparráðið frá, at flest allir føroyingar hava eina skeiva uppfatan av øllum búskaparligum viðurskiftum. Støðið verður tikið í Hvítubók, men víst verður á at misfatanin er sera útbreidd:

"Av tí at búskaparliga grundhugsjónin í Hvítubók ikki er eitt einsamalt mistak, men heldur ein vanlig misfatan av búskaparligum samanhangum, verður evnið tikið til viðgerðar. Eftir okkara tykki er hetta sama slag av misfatan, sum viðgjørd er frammanfyri í samband við vinnupolitikkin, og sum so mangan er grundarlagið undir búskaparpolitiskum avgerðum, sum politisku mynduleikarnir taka. Hetta er eisini sama misfatan, sum skínur ígjøgnum, tá tíðindatænastan og fólk flest viðgera føroyskan búskap."

Sostatt metir eitt samt Búskaparráð, at flest øll: Vinnumálaráðið, búskaparfrøðingar, politikkarar, embætisfólk, tíðindafólk og fólk annars, hava eina skeiva uppfatan av búskapinum. Eg skal ikki her fara longur enn bert at konstatera, at eg ikki eri samdur í áskoðanini hjá Búskaparráðnum.

Sannleikin?
Hvat er so sannleikin sambært Búskaparráðnum?
Ráðið hevur sítt boð uppá sannleikan, nevniliga ein ástøðiligan javnvágsmyndil, og ráðið gevur sínum sannleika hetta skoðsmál:

"Við tí nýggja myndlinum ber haraftrat til at fáa nakrar heilt aðrar og rættari forsagnir um ávirkanina av ávísum broytingum í búskaparliga umhvørvinum, enn tær sum vanliga verða førdar fram í almenna kjakinum."

Sostatt metir ráðið seg hava funnið sannleikan, meðan flest øll onnur hava misskilt alt.
Nú kundi ein freistast til at trúð, at talan einans er um at búskaparfrøðingar eru ósamdir og at tjakið sostatt snýr seg um eina búskaparfrøðiliga ósemju, men hetta avvísir Búskaparráðið.
Fyri at gera øllum greitt at talan er ikki um tvær ymiskar uppfatanir av búskapinum, men um eina rætta uppfatan og so eina misfatan, verður tískil sligið fast:

"Uppfatanin løgd fram her og uppfatanin í Hvítubók eru ikki tvær ymiskar búskaparfrøðiligar uppfatanir. Her er sostatt ikki spurningur um tveir sokallaðar "skúlar" av búskaparfrøði. Í Hvítubók verður hagfrøði uttan haldgóðan botn í búskaparfrøðini útgivin fyri at vera skilagóð búskaparfrøðislig skilgreining - tilætlað ella ikki."

Búskaparráðið hevur funnið sannleikan - Oraklið talar! Øll onnur hava mistikið seg og mugu boyggja seg í dustinum!
Kanska ikki heilt óvæntað eri eg ikki heilt samdur í hesum.
Eg vil tí royna stutt at grundgeva fyri mínum hugsjónum og vísa á munin millum tilgongdina hjá Búskaparráðnum og tilgongdina sum bleiv nýtt í Hvítubók.

Vinarlig kapping
Vanliga er ein vinarlig "kapping" millum økonometriskar myndlar, har m.a. økonometriski myndilin EMFI varð nýttur í Hvítubók, og javnvágsmyndlarnar (General Equilibrium), sum Búskaparráðið sigur seg leggja fram í 3. parti av frágreiðingini.
Javnvágsmyndlar hava eisini fyrr verið nýttir í Føroyum, m.a. bleiv ein eisini nýttur í Hvítubók - tey sokallaðu íslendsku tølini. Harumframt bleiv ein javnvágsmyndil eisini uppstillaður og nýttur í sonevnda Caragata-álitinum.
Vanliga verða økonometriskir myndlar sagdir best at kunna lýsa stutttíðarárin á búskapin, meðan javnvágsmyndlarnir best kunnu lýsa langtíðarárin. Av tí at talan er um tvey ymisk analysuøki, liva myndlarnir ofta lið um lið og verða ofta nýttir av somu búskaparfrøðingum til at gera analysur við. Við at nýta báðar myndlarnar kann ein búskaparfrøðingur bæði geva eitt boð uppá stutttíðarárin og langtíðarárin av einhvørjum spurningi.
T.d. hevur danska búskaparráðið nýtt økonometriska myndilin SMEC og javnvágsmyndilin GESMEC. Eisini hevur Danmarks Statistik økonometriska myndilin ADAM og javnvágsmyndilin DREAM.
Við at nýta bæði myndlasløgini kann analysan víðkast og úrslitið gerst vónandi betur. Hetta er eisini orsøkin til at Hvítabók bleiv býtt upp í stutttíðarárin, har økonometriski myndilin EMFI bleiv nýttur, og langtíðarárin, har m.a. íslendsku tølini blivu nýtt.

Tveir skúlar
Tá talan er um myndlabygging er talan er um tveir ymiskar skúlar av búskaparfrøði.
Økonometriski skúlin hevur m.a. sum grundfatan, at vit kunnu læra av fortíðini gjøgnum hagtølini, og roynir tískil at nýta makroteoriina til at seta myndlar upp sum kunnu lýsa veruleikan. Datamanipulatión, har hagtølini verða tillaga til teoriina, er forboðin í økonometriskum myndlum. Hetta út frá grundfatanini, at hagtølini vísa veruleikan, meðan tað er teoriin sum má vera skeiv um hagtøl og teori ikki passa saman. Tískil verður støðugt testað um hagtøl og teori passa saman.
Javnvágsmyndlarnir harafturímóti taka støði í mikroteoriini og royna at tillaga veruleikan so at hann passar til teoriina. Datamanipulatión er tískil ein vanligur partur av javnvágsmyndlum.
Javnvágsmyndlarnir eru sostatt, eftir míni fatan, sera teoretiskir myndlar, har gingið verður meiri út frá hvat búskaparteoriin sigur, heldur enn eftir hvussu veruleikin sær út.
Myndilin hjá Búskaparráðnum er tó ikki ein myndil har tøl verða sett á, men einans ein ástøðiligur (teoretiskur) myndil, har ongin roynd er gjørd fyri at síggja um myndilin samsvarar við hagtølini.
Eftir míni fatan livir Búskaparráðið tískil sera væl upp til kenda skemtiliga orðatakið millum myndlabyggjarar: "Hvat skulu vit við veruleikanum, tá vit nú hava eina góða teori?"

Økonometriskir myndlar
Hugsanin aftan fyri at skapa økonometriskar myndlar er, at tað er sera torført at finna hvør teori passar uppá júst tað samfelagið, sum talan er um og tí kunnu vit, við at nýta búskaparfrøði saman við hagtølunum fyri eitt langt tíðarskeið (uml. 30 ár), finna út av hvørjir partar av búskaparfrøðini eru galdandi í Føroyum.
Her kunnu vit sostatt fara eitt fet longur enn einans nýta teoriirnar frá búskaparfrøðini. Vit kunnu nevniliga kanna eftir, hvør teori passar best uppá júst okkara samfelag. Hetta er ein stór styrki, eftir míni áskoðan.
Við at byggja ein økonometriskan myndil, fæst at vita, hvørjar teoriir als ikki passa í Føroyum og eisini um eitthvørt týdningarmikið øðrvísi er við føroyska búskapinum, sum ein eigur at taka hædd fyri tá búskaparanalysur verða gjørdar.

Øðrvísi arbeiðsmarknaður
Eitt sera áhugavert fyribrigdi í føroyska búskapinum, sum bleiv analyserað undir myndlabyggjanini av økonometriska myndlinum EMFI, var arbeiðsmarknaðurin.
Vanliga verður sagt, at um nógvur aktivitetur er í einum landi - og onki arbeiðsloysi, tí øll arbeiðsmegin verður brúkt - verður lønin trýst upp og kappingarførið gerst so vánaligt, at kappingarvinnurnar byrja at missa marknaðir. Hervið missir landið framleiðslu av ringa kappingarførinum.
Á føroyska arbeiðsmarknaðinum er henda mekanisman sjálvsagt eisini galdandi, men tó spæla aðrar mekanismur eisini inn - serliga fólkaflytingin. Um nógvur aktivitetur er í Føroyum flyta fólk til landið og harvið gerst arbeiðsútboðið størri. Hetta hevur við sær minni trýst á lønirnar og tískil gerst kappingarførið ikki so vánaligt sum annars.
Í búskaparfrøðini verður hetta rópt fyri at Crowding Out mekanismurnar ikki eru eins sterkar í Føroyum og í øðrum londum.
At føroyski arbeiðsmarknaðurin er øðrvísi enn aðrir er sera áhugavert og tískil er hetta fyribrigdið viðgjørt í eini vísindaligari grein, sum undirritaði og Martin Windelin hava útgivið í Nationaløkonomisk Tidsskrift nr. 139.
Tá tað verður nevnt her, er tað bæði tí at tað vísir, at myndlabyggjanin gevur nýggja vitan og tí at hetta sera týdningarmikla crowding out fyribrigdið hevur avgerandi leiklut í javnvágsmyndlum, men er tíverri heilt gloymt í myndlinum sum Búskaparráðið leggur fram í 3. parti í frágreiðingini. Tískil eru fleiri av niðurstøðunum beinleiðis skeivar í frágreiðingini, sum eg vil koma inn á.

Myndilin hjá Búskaparráðnum
Við myndlinum frá íslendsku tølunum og Caragata-álitum í huganum, kann tann einfalda skitsan, sum verður teknað í síðu 76 í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, eftir míni fatan, neyvan kallast fyri ein myndil, men átti kanska heldur at verið kallað ein skitsa.
Tá javnvágsmyndlar, sum áður nevnt, ikki er nakað ókent fyribrigdi í føroyskari búskapargransking, má man undrast á, at Búskaparráðið ikki er komið longur við sínum myndli enn til at tekna eina einfalda skitsu av tí sum møguliga einaferð fer at vera ein myndil. Ein skuldi jú trúð, at teir kundu tikið yvir har Caragata-bólkurin ella Hvítabók slapp og ikki byrja heilt av nýggjum við eini einfaldari skitsu.
Einhvør góð grundgeving má vera fyri at síggja burtur frá hinum báðum javnvágmyndlunum? Kanska hava íslendarar og Caragata eisini misfata alt? Bólkurin av fólki sum hava misfata alt er møguliga enn størri?

Skeivar fortreytir
Undir viðgerðini av myndlinum í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum komi eg fram til, at myndilin / skitsan hevur minst tveir sera avgerandi feilir:
1. Gloymt verður at taka hædd fyri budgetretriktiónini
2. Gloymt verður at arbeiðsmarknaðurin í Føroyum hevur eina veika Crowding Out mekanismu.
Hetta ljóðar sera teoretiskt, men eg skal royna at greiða nærri frá.

Budgetrestriktiónin
Budgetrestriktiónin avgerð hvat ein forbrúkari kann keypa - tess størri budget, tess størri nýtslu. Brúkarin velur sjálvur hvat verður keypt, tvs. um hon velur at innflyta okkurt, ella um hon keypir heimamarknaðarvørur.
Tískil kann eg ikki skilja at Búskaparráðið skrivar:

"Gjaldoyra kann býtast við innflutningsvørur, men hevur onga ávirkan á hvussu nógv kann framleiðast av heimamarknaðarvørum."

Er tað ikki brúkarin sum avgerð um hon velur at nýta inntøkuna til at keypa heimamarknaðarvørur ella innflutningsvørur?
Kann tað vera rætt at størri útflutningur av fiski ikki skapar størri heimaframleiðslu í Føroyum? Er tað ikki júst tað vit uppliva júst nú, hvar inntøkuvøksturin í fiskivinnuni bæði skapar størri innflutning og størri framleiðslu á heimamarknaðinum?
Ein vøkstur í inntøkuni veksur um budgettið hjá brúkaranum og tískil keypir hon meiri av øllum teimum vørunum henni lystir - heimamarknaðarvørur eins væl og innflutningsvørur.
Á búskaparfrøðiligum máli kann sigast, at "vanliga verður Walrasianska javnvágin givin av præferansunum hjá brúkaranum, sum nyttumaksimerar út frá budgetrestriktiónini, givin av prísunum og inntøkuni."
Á føroyskum vil hetta siga, at inntøkan frá fiski eins væl kann nýtast til heimamarknaðarvørur og innflutningsvørur, alt eftir hvar brúkarin fær størst gagn av tí.
Hesin feilur, at budgetrestriktiónin er gloymd, verður endurtikin fleiri ferðir í frágreiðingini frá Búskaparráðnum.

Crowding out
Í myndlaskitsuni hjá Búskaparráðnum hava inntøkur frá fiskivinnuni og ríkisveitingini onga ávirkan á fólkaflytingina til ella úr Føroyum. Sostatt økist arbeiðsmegin, og harvið framleiðsluorkan, ikki tá inntøkan frá fiskivinnuni ella ríkisveitingini økjast.
Sagt verður:

"Givið at gjaldoyragávurnar hava eina ávísa stødd, antin tær koma úr Danmark ella upp úr havinum, fæst bara meiri av eini vøru, um minni verður framleitt av eini aðrari vøru. Skulu tøku framleiðslumiðlarnir framleiða meira av einari vøru, mugu teir framleiða minni av onkrari aðrari vøru, líkamikið hvussu nógvir pengar koma í umfar afturat."

Ein vanligur búskaparfrøðingur vildi nokk spurt: "Hevur Búskaparráðið nú avskaffa multiplikatorvirkningin?"
Um tað skal vera rætt at ongin multiplikatorvirkningur er uppá langt sikt, skal búskapurin hava eina vælvirkandi crowding out mekanismu og tískil skulu vit hava fult crowding out uppá langt sikt. Hetta hava vit, sum áður nevnt, ikki í Føroyum, m.a. orsakað av fólkaflytingini.
Undarligt nokk, so vísir javnvágsmyndilin at støðan er øðrvísi um talan er um olju:

"Framleiðslan kan økjast ... tí at økti vælstandurin, ið økta framleiðsluorkan gevur, fer at tiltrekja meira arbeiðsmegi úr útlondum, bæði føroyingar og onnur."

Sostatt kann oljan draga fólk, men inntøkur úr fiskivinnuni ella ríkisveitingini kunnu ikki! Hetta hongur í míni verð ikki heilt saman! Er so stórur munur á pengum alt eftir hvørji vinnu teir koma frá?
Eg vil ikki fara longur við tí her, men heldur lata kjakið halda áfram í búskaparfrøðiligum vísindaligum tíðarritum, har tílíkt teoretiskt kjak heldur hoyrir heima.

Týdningarmikið av hava myndlar
Kritikkurin skal tó ikki skiljast sum um at eg haldi tað vera skeivt at byggja ein javnvágsmyndil fyri Føroyar. Tvørturímóti er mín fatan, at myndlarnir geva eina góða vitan um samfelagið, sum vit neyvan kunnu fáa uttan einhvørja myndlabyggjan.
Kritikkur skal tó vera ein náttúrligur partur av tjakinum um myndlarnar, tí kritikkurin avdúkar veikleikar, so myndlarnir við tíðini gerast betur.
Búskaparfrøði líkist flest øllum øðrum í lívinum - fólk hava ymiskar fatanir, talan er ikki um ein veruleika, men um ymiskar fatanir av veruleikanum. Myndlarnir eru við til at strukturera fatanina av veruleikanum, so búskaparfrøðingar hava lættari við at kjakast.
Tó vil eg nokk ikki geva meiri enn 03 ella 5 fyri skitsumyndilin hjá Búskaparráðnum. Men tað kundi verið serstakliga áhugavert at hoyrt eitt óheft skoðsmál av onkrum útlendskum serfrøðingi sum fæst við myndlabyggjan.

Magni Laksáfoss