07 Vestur heldur kósina

1.DEILD: Niðurflytararnir styrktu seinnapartin um sína støðu í kappingini um at flyta upp

Tað var ikki so stórur munur á spælbýti og tali á málmøguleikum, men tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð vísti máltalvan, at 07 Vestur seinnapartin hevði vunnið 3-1 í Klaksvík.

Eftir fyrra hálvleik var 2-0, og eina løtu var støðan 3-0 til gestirnar, áðrenn heimaliðið minkaði um munin til 3-1. Tá vóru níggju minuttir eftir. Málskjútti var Aron Joensen, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Eivin Sørensen legði innfyri.

KÍ royndi síðstu løtuna at pressa, men tað eydnaðist ikki at minka um munin. Næst við var tað, tá ið bólturin rakti stólpan aftanfyri Silas Eyðsteinsson í 07 Vestur málinum.

Á KÍ liðnum vóru tríggir, sum higartil hava verið nógv á besta liðnum: Steinbjørn Olsen (í fyrra hálvleiki), Aksel B. Danielsen (í 77 minuttir) og Takuya Matsunaga (í 84 minuttir).

Eftir kiks í uppspælinum hjá KÍ varð Ken Fagerberg spældur leysur og skoraði, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Tíggju minuttir undan steðginum var Ken Fagerberg aftur upp á spæl, tá ið hann eftir innlegg úr vinstru sendi bóltin í málið við høvdinum og so var 2-0.

Stutt eftir steðgin varð 3-0. Fyri einari viku síðani varð Christian R. Mouritsen fyri fyrstu ferð skiftur inn á liðið hjá 07 Vestur, har hann var í ein hálvan tíma í 1-0 sigrinum ímóti B36.

Í dag var hann millum teir fyrstu ellivu og á vøllinum í 77 minuttir. Seks minuttir eftir steðgin spældi hann Teit Olsen leysan og so var 3-0.

07 Vestur er næstfremst við 19 stigum, og KÍ er á fjórða plássi við 13 stigum.

Um eina viku eigur 07 Vestur heimavøll ímóti HB, og KÍ skal spæla á útivølli ímóti B68.