Grønland: Faðir og sonur deyðir - dóttirin á lívi

Trý fólk - faðir, sonur og dóttir - vórðu lýst saknað í Grønlandi mánadagin, tá tey í opnari jollu vóru ávegis millum Narsaq og Qassimiut

 

Leitað hevur verið eftir teimum trimum síðan mánadagin, men umstøðurnar á leiðini við nógvum mjørka og ringum sýni vóru avbjóðandi. Tey trý vóru í einari opnari jollu ávegis úr Narsaq til Qassimiut.

 

Tað var, tá ið 35 ára gamli pápin saman við børnum sínum ikki var frammi í Qassimiut til væntaða tíð, at løgreglan gjørdist partur av málinum, og tá høvdu sjálvboðin á leiðini longu verið og leitað.

 

Týsdagin settu Grønlands Politi og Arktisk Kommando eina stóra leiting í verk, og í dag veit Grønlands Politi at siga, at pápin og seks ára gamli sonurin eru funnir lívleysir og staðfestir deyðir.

 

Sermitsiaq veit at siga, at níggju ára gamla dóttirin, sum eisini var við á ferðini, tíbetur er funnin á lívi og er flutt á sjúkrahús til viðgerðar fyri løstir.

Grønlands Politi rósar sjálvbodnum á leiðini fyri, at tey beinanvegin gjørdu eina roynd at finna tey saknaðu, tó at umstøðurnar við ringum sýni vóru vánaligar.

 

- Tá tokan lætti, varð stór leiting sett í verk týsmorgunin við skjóttgangandi báti, og Arktisk Kommando sendi eisini sjóverjuskipið, Ejnar Mikkelsen, at leita.

 

Lagt verður aftrat, at Arktisk Kommando eisini hevði Seahawk-tyrluna og eitt Challenger-flogfar við í leitingini, eins og Air Greenlands sendi eina SAR-tyrlu avstað.

 

Sambært grønlendsku løgregluni vórðu tey trý fólkini funnin seinni um dagin, har gentan varð funnin á lívi, men við løstum av tí, sum henni hevði verið fyri.

 

- Vit takka øllum teimum sjálvbodnu og Arktisk Kommando fyri hjálp og samstarv undir leitingarátakinum, sigur Grønlands Politi.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/madur-og-tvey-boern-saknad-i-sudurgroenlandi