Myndina eigur Grønlands Politi

Maður og tvey børn saknað í Suðurgrønlandi

- Sjálvboðin hava leitað á leiðini, tíverri uttan úrslit, sigur Grønlands Politi

Myndina eigur Grønlands Politi

Í gjárkvøldið boðaði Grønlands Politi frá, at ein maður og tvey børn eru saknað í Grønlandi.

 

Tey skuldu sigla úr Narsaq móti mod Qassimiut, og leiðin hevur seinastu dagarnar verið plágað av nógvari toku.

 

Fráboðanin kom, eftir at maður og børn ikki vóru komin fram í Qassimiut, sum liggur í ein útnyrðing úr Qaqortoq.

 

Grønlands Politi sigur við Sermitsiaq í morgun, at tey saknaðu fóru avstað úr Narsaq í einari opnari jollu.

 

Vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Carl Sværd, sigur, at sjálvboðin hava leitað á leiðini, tíverri uttan úrslit.

 

- Tað er nógv toka á leiðini í løtuni, og tá tokan lættir, verður leiting sett í verk, segði vaktleiðarin við Sermitsiaq í morgun.

 

Lesið eisini: Faðir og sonur deyðir - dóttirin á lívi - https://www.in.fo/news-detail/fadir-og-sonur-funnir-deydir-dottirin-a-livi

 

 

 

 

 


,

 

Myndina eigur Grønlands Politi